Djór
Hundar
Sambært kunngerð frá 2014 skulu hundar altíð vera í bandi á økjum, sum eru opin fyri vanligari ferðslu. Bandið skal vera so stutt, at eigarin hevur hundin tætt inni at sær.
Hundaeigarar skulu syrgja fyri, at hundurin hevur hálsband við navni og bústaði á, frá tí hann er 4 mánaðir gamal.
Sum nevnt skulu hundar í Klaksvíkar kommunu altíð vera í bandi. Undantikið hesum er tó merkta økið til hundavenjing úti í Grøv, har hundar kunnu vera leysir innanfyri hegnið. Økið til hundavenjing sæst í høgru síðu á kortinum her.
Løgreglan ella starvsfólk hjá kommununi tekur hundar, sum ganga leysir. Eigarin fær fráboðan; hevur hundurin ikki navnaspjaldur, verður lýst eftir eigaranum.
Kemur eigarin ikki eftir hundinum og loysir hann út ímóti gjaldi, kann løgreglan avhenda ella avlíva hundin. Bót verður givin eigarum, sum lata hund ganga leysan.
Leysir hundar kunnu fráboðast Politistøðini á tlf. 45 53 48 ella Klaksvíkar kommunu tlf. 41 00 00 / 21 32 42
Kettur
Leysar kettur kunnu fráboðast vegadeildini á tlf. 21 64 88 ella Miðlan á tlf. 41 00 00.
Flogfenaður
Reglugerð fyri flogfenaðhald í Klaksvíkar kommunu sæst í faldaranum her.
Yvirkoyrdur seyður
Yvirkoydur seyður skal altíð fráboðast løgregluni á tlf. 35 14 48