Endurgjald fyri garð
Endurgjald fyri gerð av garði millum kommunala og privata ogn
Reglugerð
(fær gildi 1. jan. 2020)
Ætlar borgari at stoypa garð (“jarnbetonggarð”) á sethúsaogn síni, har eingin garður er frammanundan, og Klaksvíkar kommuna er granni, kann hann, áðrenn hann fer í holt við arbeiðið, søkja kommununa um endurgjald fyri betongið og armeringina, sum fer í garðin.
Ásetingar
a. Tá talan er um stoyptan garð, har eingin garður er frammanundan, í mark við almennan veg, gongugøtu, spælipláss el.líkn. (men ikki í mark við býarhegn) hjá Klaksvíkar kommunu, kann endurgjald játtast.
b. Endurgjald verður latið fyri betonggarð upp til 20 cm breiður, upp til 60 cm høgur og í mesta lagi 25 m langur. Er garðurin størri enn frammanfyri ásett, verður einki endurgjald goldið fyri tað, sum er omanfyri nevndu áseting.
c. Markar garðurin á tveimum ella fleiri síðum upp at kommunalari ogn, kann endurgjald latast fyri í mesta lagi 25 m x tal av síðum.
d. Er garðurin undir 20 cm x 60 cm, verður rúmdin (m3) útroknað, og endurgjald goldið út frá tí.
e. Endurgjaldsupphæddin verður roknað út frá dagskostnaðinum av betongi, veitt við pumpubili, og armering íroknað mvg.
f. Endurgjald verður ikki latið fyri arbeiðsløn, máling, rekkverk/girðing ella tilfar annars.
Umsókn
Áðrenn arbeiðið fer í gongd, fyllir umsøkjari umsóknarblað út og sendir tað til klaksvik@klaksvik.fo ella letur tað inn í Miðlan á Nólsoyar Páls gøtu 32 í Klaksvík.
Verður umsóknin játtað, verður endurgjaldið goldið, tá arbeiðið er framt.
Annað
- Endurgjald verður ikki veitt fyri umafturgerð* av garði.
- Endurgjald verður goldið, tá umsøkjarin boðar Klaksvíkar kommunu frá framdum arbeiði, og umsitingin hevur sýnað arbeiðið; við fráboðanini skal fylgja prógv, t.d. mynd sum vísir gjørda arbeiðið.
- Tá arbeiðið er framt, og endurgjaldið goldið, ábyrgdast Klaksvíkar kommuna ikki fyri møguligum framtíðar broytingum og umvælingum av garðinum.
- Er arbeiðið ikki framt í inniverandi fíggjarári, fellur tilsøgnin um endurgjald burtur, og søkjast má av nýggjum.
- Avmarkað árlig játtan verður avsett á fíggjarætlan kommununnar til endurgjald; verður játtanin uppbrúkt innan árslok, fáa teir umsøkjarar, ið tá søkja um endurgjald, boð um, at fleiri endurgjøld verða ikki latin í árinum.
*umafturgerð er tá gamal/eldri/verandi garður verður niðurtikin, og nýggjur verður gjørdur á sama staði