Rætturin til fíggjarligt frípláss
Rætturin til fíggjarligt frípláss
§ 2. Kommunan kann játta heilt ella partvíst fíggjarligt frípláss, um umsøkjarin prógvar, at inntøkugrundarlagið hjá húski umsøkjarans er lægri enn inntøkumarkið fyri fíggjarligum fríplássi.
Við í umsóknini skulu tí fylgja nágreinilig yvirlit yvir inntøku fyri seinasta ár og inntøka higartil í ár. Hetta er eisini galdandi fyri hjúnafelaga/maka. Sum skjalprógv fyri inntøkur hava vit brúk fyri skjølum av inntøku hjá húskinum í fjør og higartil í ár.
Inntøkur, sum skulu skjalprógvast:
- A-inntøka*
- B-inntøka*
- Heilt ella partvís skattafríar inntøkur sum t.d. eru: *
- Almannaveitingar, ið koma ístaðin fyri inntøku
- Barnagjald
- Barnaviðbót
- Lestarstuðul
- Leiguinntøka
- Skattskyldigur nettovinningur
- Onnur skattskyldig inntøka
Inntøkuskjøl fáa tit frá hesum leinkjum:
Ella við at senda teldupost til: taks@taks.fo og biðja um inntøkuskjøl ísmbv. umsókn um fíggjarligt frípláss.