Fjarnám og lestrarumhvørvi
Hægri lesnaður
Útbúgving og læring eru grundsteinar undir samfelagsligu menningini. Við hesum í huga ynskir Klaksvíkar kommuna at menna møguleikarnar fyri hægri útbúgving og lestrarumhvørvið í býnum.
Fjarnám
Við adressu í Íverksetarahúsinum á Garðavegi 57, bjóðar Fjarnám vegleiðing og sparring í samband við lesnað og uppgávuskriving. Lestrarvegleiðari er knýttur at Fjarnámi og nútímans tøknilig útgerð skapar somuleiðis umstøður fyri fjarlestri, har tann lesandi kann fylgja undirvísing umvegis alnetið. Harumframt ber til at brúka lestrarhølini í styttri tíðarskeið í samband við eitt nú verkætlanir ella uppgávuskriving. Kunna teg nærri um Fjarnám á heimasíðuni hjá Fjarnámi.
Samstarv við lesandi
Lesandi eru vælkomin at brúka empiri og/ella problemstillingar, sum Klaksvíkar kommuna hevur á ymsu økjunum. Kommunan er sinnað at leggja oyra til hugskot og ætlanir hjá teimum lesandi, og vil fegin sparra um møguleikar fyri samstarvi við útgangsstøði í hugskotum, sum tann lesandi hevur frammanundan.
Nógvar av verkætlanunum, sum Klaksvíkar kommuna stendur fyri ella tekur lut í, innihalda eina ørgrynnu av empiriskum tilfari, eitt nú tekningar, ætlanir, kanningar, kanningarúrslit o.s.fr. Hetta tilfar er tøkt at brúka til uppgávur í so stóran mun, sum tað ber til. Eisini hevur kommunan orðað politikkir og virðir á ymsum økjum, og við útgangsstøði í hesum eru lesandi vælkomin at arbeiða við hugskotum og átøkum, sum kunnu fremja samtyktu ætlanirnar.
Umvegis leinkið her ber eitt nú til at taka niður og lesa:
- Barna- og ungdómsvirðini hjá Klaksvíkar kommunu
- Integratiónspolitikkin hjá Klaksvíkar kommunu
- Umhvørvis- og orkupolitikkin hjá Klaksvíkar kommunu
Allir politikkirnir innihalda visjónir og ætlanir um átøk og tiltøk til frama fyri kommununa, og uppgávur og verkætlanir við útgangsstøði í hesum eru hjartaliga vælkomnar.
Starvsvenjingarpláss
Samanlagt eru eisini rættiliga nógvir fakbólkar umboðaðir í umsitingini og stovnunum undir Klaksvíkar kommunu, og hetta gevur breiðar møguleikar fyri, at lesandi kunnu koma í starvsvenjing hjá okkum. Á Teknisku deild eru til dømis møguleikar fyri starvsvenjing innan byggifrøði, byggitøkni og verkfrøði. Vit hava eisini fleiri dømi um lesandi, sum eru og hava verið í starvsvenjing hjá eitt nú Barnaverndartænastuni og á Stjórnarskrivstovuni, og vit kanna altíð møguleikarnar, tá ið lesandi venda sær til okkara í samband við starvsvenjing.
Vit gjalda fyri ferðingina
Samstarv og starvsvenjing er sum útgángsstøði ólønt, men Klaksvíkar kommuna veitir endurgjald fyri møguligar ferðaútreiðslur hjá tí lesandi í samband við samstarvið. Fyri lesandi uttanlands merkir hetta, at kommunan ber ferðaseðlakostnaðin millum lestrarlandið og Føroyar, tó í mesta lagi kr. 10.000.