Grøn øki
Grøn øki og býarfríðkan
Býargartnarin umsitur kommunalu blómugarðarnar og hevur ábyrgdina av býarfríðkan í Klaksvík. Millum grønu økini teljast eitt nú viðarlundirnar úti í Grøv og í Mikladali, umframt Vágsbøur, Akursmørk og gamli kirkjugarðurin í Vágstúni.
Harumframt varðar býargartnarin av standmyndum, minnisvarðum og minnismerkjum í kommununi.
Brúka grønu økini
Kærleiksgøtan og gamli vegur út í Grøv teljast millum vælumtóktu gongutúrarnar í Klaksvík, og harumframt eru nógvar vakrar leiðir verdar at vitja í býnum og bygdunum í kommununi.
Á bygdaskeltunum, sum Visit Norðoy hevur sett upp í øllum Norðoyggjum í samstarvi við kommunurnar, fæst meira at vita um vakrar leiðir í Klaksvíkar kommunu. Harumframt finnur tú eisini kunning um gongutúrar í fjøllunum á heimasíðuni hiking.fo.
Á kortinum yvir viðarlundina úti í Grøv síggjast eisini onnur grøn fríøki, eitt nú hundaøkið, har hundar kunnu vera uttan band.