Heilsufrøðingar

Heilsufrøðingar

Smábarnaheilsufrøðingur

Maria Matras
Klaksvíksvegur
Postmoga 34
700-Klaksvík

56 23 91
mariam@gigni.fo  
www.gigni.fo 

Skúlaheilsufrøðingar

Skúlin við Ósánna:

Petra Arge Poulsen
Skúlavegur
700-Klaksvík
Postrúm 53

45 56 53 / 56 23 93
petra.arge.poulsen@skulin.fo

Skúlin á Ziskatrøð:

Leila Olsen
Skúlavegur
700-Klaksvík
Postrúm 53

56 23 92
leilao@gigni.fo 

Heilsufrøðingar
Heilsufrøðingur er nýggja heitið fyri heilsusystir. Tað er heilsufrøðisskipanin, ið hevur smábarnaøkið og skúlaheilsutænastuna um hendi. Heilsufrøðisskipanin fevnir um øll børn frá 0 ár til barnið fer úr fólkaskúlanum.

Smábarnaøkið
Arbeiðið hjá smábarnaheilsufrøðinginum er heilsufremjandi og fyribyrgjandi. Hetta verður gjørt við m.a. at eygleiða og kanna barnið, og ráðgeva og stuðla foreldrunum viðv. kropsligu, sálarligu og sosialu menningini hjá barninum.

Tá ið barnið verður føtt, fær heilsufrøðingurin føðifráboðan frá sjúkrahúsi, og hon setur seg í samband við heimið skjótast tilber.

Familjurnar fáa regluliga vitjan av heilsufrøðingi til barnið er 18 mánaðir ella so leingi tørvur er á tí. Um ivamál eru, ella kanningin/eygleiðingin gevur varhugan av serligum tørvi, verður samstarvað við ella ávíst til annan serkunnleika.

Eisini eru tilboð til allar mammur við børnum at luttaka í mammubólki, sum verður hildin í hølunum á skrivstovuni. Heilsufrøðingurin undirvísir har í evnum, sum eru aldurssvarandi og høvi er eisini at tosa um hesi og onnur viðkomandi evnir, sum mammurnar hava tørv á.

Smábarnaheilsufrøðingurin hevur tlf. 45 69 28. Tlf. viðtala má.-fr. kl. 13-14. Sí annars undir heilsufrøðingar í yvirlitinum.

Skúlaheilsutænastan

Arbeiðið hjá heilsufrøðinginum í skúlanum er eisini heilsufremjandi og fyribyrgjandi. Hetta verður gjørt við samrøðum við børn/foreldur, undirvísing, ráðgeving og funktiónskanningum.

Við skúlabyrjan kemur barnið saman við foreldrunum til eina innskúlingarkanning/-viðtalu. Henda kanning/viðtala umfatar rørslumenning og sansabúning, eygnakanning, hoyriroynd, litsjónarroynd og tosað verður við foreldrini um kanningina og barn teirra.
Á skúlanum hevur heilsufrøðingurin samrøður við børnini. Talan er bæði um persónligar viðtalur, bólkasamrøður og floksundirvísing. Barnið kann eisini altíð venda sær til heilsufrøðingin á skúlanum, um tað er eitthvørt barnið ynskir at tosa um.

Somuleiðis verða eygna- og hoyrikanningar gjørdar regluliga. Um ivamál eru, ella um eitthvørt er við einum barni, verða foreldur kunnað. Samstarvað verður bæði við heim, skúla og aðrar fakbólkar. Heilsufrøðingurin kann eisini geva ávísing til víðari kanning ella viðgerð.

Miðað verður eftir at børnini koma til heilsufrøðing einaferð árliga. Evnir, ið arbeitt verður við, kunnu t.d. verða kropsfatan, kostur, kynsbúning, eginkensla, ja og nei kenslur, kynslig misnýtsla, sorg, trivnaður, happing ella persónlig viðurskifti.
Foreldur eru eisini altíð vælkomin at venda sær til heilsufrøðingin, um okkurt er at tosa um.

Skúlalæknaskipanin er ikki virkin í løtuni.