Ítróttur
Ítróttur
Klaksvíkar kommuna eigur KÍ-høllina og Badmintonhøllina, sum eru venjingarhøli og heimavøllur hjá fleiri ítróttafeløgum. Harumframt eru tvær fimleikahallir á Skúlatrøð.
Fótbóltsvøllurin við Djúpumýru, har KÍ spælur sínar heimadystir, er einasti FSF góðkendi vøllur í kommununi og harumframt eru seks sokallaðir sparkivallir í Klaksvíkar kommunu.
Svimjihøllin er millum best umtóktu støðini hjá bæði børnum og vaksnum. Umframt vatnland við øku og vatnkanónum bjóðar svimjihøllin eisini kappingarhyl og barnahyl við heitum vatni. Harumframt eru eisini heilsuklivar og sauna. Kunna teg nærri um upplatingartíðir og prísir á heimasíðuni hjá Svimjihøllini.
Ítróttarhallirnar verða eisini leigaðar út til ymisk tiltøk sum ítrótt, messur, konsertir, fundir, veitslur, sjónleik, festivalar, kappingar o.m.a. Ítróttarhallirnar eru nýliga bygdar saman, og gevur hetta møguleika, at tvinna virksemið saman, til størri tiltøk og kappingar. Leiga hallirnar á www.kid.fo.
- Svimjifelagið Ægir
- Hondbóltsfelagið Team Klaksvík
- Hondbóltsfelagið Stjørnan
- Fótbóltsfelagið KÍ
- Felag fyri frælsan ítrótt Treysti
- Flogbóltsfelagið Mjølnir
- Kurvabóltsfelagið Hávur
- Súkklufelagið Norðstrok
- Klaksvíkar Judofelag
- Klaksvíkar Badmintonfelag
- Klaksvíkar Fimleikafelag
- Klaksvíkar Kappróðrarfelag
- Klaksvíkar Talvfelag
- Klaksvíkar Dartfelag
- Klaksvíkar Boksing
- Klaksvíkar Billiardfelag