Jarðarferð
Jarðarferð
Tá andlát er, eiga tey avvarðandi at ringja til gravaran, á telefon 238898 og boða frá. Eisini hevur kommunan líkbil, ið kann bíleggjast við at tosa við gravaran.
Hesar kommunalu tænastur eru ókeypis fyri borgarar í Klaksvíkar kommununu.
Gravarin eigur sum skjótast at fáa boð um andlátið, so tey avvarðandi saman við honum kunnu áseta eina tíð til jarðarferðina; síðani skipar hann fyri, at grøvin verður grivin og tyrvd. Jarðarferðin skal enda so stundisliga, at gravarin kann gera arbeiði sítt liðugt á grøvini, áðrenn dagurin fer at halla. Til ber at kunna seg nærri um krikjugarðarnar og krikjugarðsbøkurnar niðanfyri.
Eftirsitandi, sum ynskja samgrevstur, eiga at biðja um tað hjá gravaranum. Friðingarskeiðið er fyri vaksnamannagrøv 30 ár og fyri barnagrøv 20 ár. Kista kann verða sett oman yvir aðra, og loyvt er at gravseta urnu, har grivið er frammanundan.
Gravsteinar
Áðrenn gravsteinur verður bílagdur, skal ein umsókn sendast Klaksvíkar kommunu. Umsóknarblaðið finnur tú í sjálvgreiðsluni, ella í Miðlan á Nólsoyar Pálsgøtu 32. Umsóknin verður viðgjørd av kirkjugarðsnevndini, sum síðani sendir skrivliga loyvið til umsøkjaran. Í umsóknarblaðið skal millum annað skrivast gravstaðarnummar, og hvat skal standa á gravsteininum.
Fyri at sleppa undan stavivillum á gravsteininum er tað gott at biðja um eina fotomynd/avrit, áðrenn steinurin verður latin frá fyritøkuni, har hann er keyptur.
Fyri arbeiðið at seta gravstein upp verður send rokning, setið tykkum í samband við gravaran hesum viðvíkjandi.
Havið í huga ikki at keypa ein alt ov stóran stein, mesta longd á sokkli 100 cm. Hetta er av praktiskum orsøkum, og eisini tí at hesir taka sera nógvan vind á seg og kunnu koppa í illveðri. Kommunan endurrindar ikki slíkar skaðar.
Gravsteinur kann setast á grøvina eitt ár eftir, at tann deyði er grivin.
Kirkjugarðarnir
Kirkjugarðarnir eru ogn hjá Klaksvíkar kommunu, og ein kirkjugarðsnevnd hevur umsjón við kirkjugørðunum. Kirkjugarðsbøkur verða førdar í trimum eintøkum. Gravarin førir tvey og býráðsskrivstovan eitt eintak. Í kirkjugarðsbøkurnar verður skrivað nummarið, ið grøvin hevur, nøvn og dagfestingar teirra, sum jarðað eru.
Klaksvíkar kommuna eigur bøkurnar.
Tann, sum hevur gravstað í festi, hevur skyldu at halda gravstaðið og kann fáa tilboð frá kommununi um at fáa hetta gjørt. Um eitt gravstað ikki sæst at verða hildið og harvið misprýðir, kann kommunan - eftir at hava heitt á tey avvarðandi - fáa gravstaðið ruddað. Loyvt er at seta upp gravstein á grøvina og kantsteinar ella líknandi uttan um grøvina, eins og loyvt er at planta ella á annan hátt prýða gravstaðið. Tað er tó ikki loyvt at planta høgan vøkstur, trø ella trævøkstur, sum kann breiða seg. Áðrenn gravsteinur ella kantur uttan um grøvina verður gjørdur, skal umsókn við strikumynd og áskrift sendast kirkjugarðsnevndini til góðkenningar.
Reglugerðina fyri kirkjugarðarnar í Klaksvíkar kommunu kann ein fáa við at venda sær til býráðsskrivstovuna tlf. 410000.
Til ber eisini at kunna seg um gravirnar hjá avvarðandi her. Á leinkjuni sæst nr. á gravum, navn, føði- og deyðsdato.