Skráset oljutanga
Oljutangaskrásetingarskipanin tekur støði í Kunngerð nr. 124 frá 11. september 2018 um at fyribyrgja dálking frá oljutangum. Víst verður til § 10, sum ljóðar soleiðis:
Kommunan skal skráseta allar oljutangar innan 1. januar 2022 sbrt. stk. 2
Stk. 2. Upplýsingar um oljutangar, sum borgari skal lata kommununi í tann mun, tær eru tøkar:
- 1) Navn og bústað hjá framleiðara.
- 2) Tangasnið og tangarúmd.
- 3) Framleiðslunummar og framleiðsluár.
- 4) Sniðgóðkenningarnummar.
- 5) Um tangin hevur ovurfyllingarávaring.
- 6) Um rørskipanin er einstreingjað.
- 7) Staðseting av tanganum, t.d. í mun til bygning.
- 8) Byggialdur á húsinum.
Fyri at loysa hesa uppgávu heitir kommunan á øll, bæði tey, ið eiga ella varða av oljutanga og eisini tey, sum ongan oljutanga hava í Klaksvíkar kommunu, um at skráseta omanfyri nevndu upplýsingar á heimasíðu, sum er gjørd til endamálið.
Skrásetingin kann gerast við at fara inn á leinkið her:
https://hugin.fo/registeroiltankhome/26
Viðmerkingar eru vælkomnar í teiginum “Viðmerkingar” í skrásetingarskipanini. Viðmerkingar kunnu eisini sendast við telduposti klaksvik@klaksvik.fo. Um trupulleikar eru við skrásetingini, eru tit vælkomin at skriva teldupost til klaksvik@klaksvik.fo ella ringja tlf. 410000.