Kloakk og reinsiverk
Rottangatøming
Kommunan byggir og viðlíkaheldur reinsiverk og kloakkskipan. Somuleiðis er tað kommunan, sum hevur ábyrgdina av, at øll íbinding av kloakk frá húsarhaldi og virkjum er í lagi og fer í reinsiverk. Reinsiverkini eru, sum nú er, bert mekanisk, og reinsa tí einans spillivatnið lutvíst. IRF hevur síðani tøming av rottangum og reinsing av kloakk um hendi. Allir rottangar verða tømdir eina ferð um árið ókeypis, annars ímóti gjaldi. Spillivatnið frá rottangunum verður ikki reinsað. Tá rottangi skal tømast, ringið tlf. 41 42 43