Kommunulæknar
Kommunulæknar
Læknamiðstøðin heldur til við Sandin.
Opið er frá 8:00 til 16:00 yrkadagar.
Telefonviðtala er frá 8:00 til 11:00
Umvegis heimasíðuna MínLækni eru hesir møguleikar:
- Bílegging av tíð hjá lækna
- Umbøn um avlýsing ella broyting av tíð hjá lækna
- Endurnýggjan av resept
Tá ið tú biður um tíð umvegis heimasíðuna, fært tú svar í telduposti. Umbønir, ið eru sendar eftir kl. 14:00, verða avgreiddar næsta yrkadag.
Aftaná kl. 16 - tá vaktin tekur við - kann ringjast á tlf. 1870.
Hesi manna viðtalurnar
Lækni: Hanus á Lógv
Tlf. 66 33 00
Lækni: Thomas Berthou
Tlf. 66 33 00
Lækni: Arnhold O. Jensen
Tlf. 66 33 00
Lækni: Avloysari
Tlf. 66 33 00
Frá 18. november til 22. desember verður Heidi W. Rasmussen kommunulækni.
Lækni: Sámal Jákup Sakarisson
Tlf. 66 33 00
Økispsykiatriin
Økispsykiatriin í Norðoyggjum heldur til á Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík
Ávísing til viðgerð
Tey sum fáa í boðið Økispsykiatri, skulu ávísast frá antin eins egna kommunulækna ella sum víðari viðgerð frá Psykiatriska deplinum eftir innleggjan –bæði til medisinska viðgerð og stuðlandi samtalur- men eisini sum virkin røkt og viðgerð í eins egna umhvørvi, uttan at hava verið innlagdur.
Økispsykiatriin kann sum dømi bjóða kognitiva viðgerð fyri ótta, psykosu og tunglyndi, sosiala førleikavenjing og -menning, menna og stuðla tí einstaka og hansara netverki at megna ymsu lívsumstøðurnar og veita hjálp, til at koma í gongd við og skipað virknan daglig dag, samsvarandi teirra ynski og málum.
Somuleiðis kunnu vit bjóða psykiatriska røkt og viðgerð, við uppfylging av heilivág viðgerð –undirvísing um árin og hjáárin og týdning av viðgerð. Undirvísing um sjúku/heilsu- eyðkennir og fyribyrging av afturstigi, við denti á møguleikan at koma seg eftir sjúku.
Økispsykiatriin veitir eisini ráð og vegleiðing innan psykiatriska røkt og viðgerð til sjúklingar, avvarðandi og onnur.
Starvsfólkini í Økispsykiatriini eru sjúkrarøktarfrøðingar, sum í tí dagliga virka í tøttum tvørfakligum og tvørsektoriellum samstarvi við aðrar partar, um uppgávuna í viðgerðini.
Starvsfólk:
Mirjam M. Heinesen, sjúkrarøktarfrøðingur
telefon: 234576
Teldupostur: lsmirma@ls.fo
Sigrun D. Hansen, sjúkrarøktarfrøðingur
telefon: 234577
Teldupostur: lssighn@ls.fo