Málslistin
Vísandi til býráðssamtykt frá 21. februar 2006 verður málslisti kommununnar frá og við mars 2006 almannakunngjørdur á heimasíðu kommununnar. Hetta er ein liður í arbeiðnum at skapa ein størri opinleika um kommunalu viðurskiftini.
Málslistin, sum verður almannakunngjørdur fyri ein mánað í senn, fevnir um tey mál, sum eru stovnað í viðkomandi mánað, og sum lúka treytirnar fyri, at alment innlit kann verða veitt í tey. Hesar treytir eru ásettar í løgtinglóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina, seinast broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 8. mai 2001. Mál um umsóknir um ansingarpláss, eldraíbúð, serflutning, grundøki v.m., har umsøkjarin er navnsnevndur, eru tó ikki á hesum málslista.
Áðrenn almannakunngerð av málslistanum verður listin gjøgnumgingin av umsitingini, har tey mál, sum ikki lúka treytirnar fyri almennum innliti, verða strikað av honum. Tó er hvørt einstakt mál ikki gjølla gjøgnumhugt, og tí kann tað henda, at okkurt mál er á listanum, sum kortini ikki lýkur treytirnar fyri at veita alment innlit í tað. Eisini kann tað vera, at partar av einum máli ikki lúka treytirnar, m.a. tí talan er um eymar privatar upplýsingar.

Mál
Innkomið
Reist av
Viðvíkjandi
Umsitari
Vís fleiri