Náttúruvernd
Náttúruvernd
Løgtingslóg sigur, at øll skulu við fyriliti og varsemi fara um í náttúruni, einki gera, ið kann skaða, skemma ella gera nakrar ónáðir hjá øðrum. Øll dálking er forboðin eins og gamlir ónýtiligir bátar, bilvrak o.a. burturkast skal burturbeinast og ikki lýta, verða til skaða, ella ampa fyri onnur.
Burturkast, ið verður lagt, so, at tað gongur ímóti reglunum í lógini, kann beinast burtur, og tann, ið hevur ábyrgdina av, at óruddi er komi har, skal gjalda fyri burturbeiningina.
Miðlan svarar spurningum hesum viðvíkjandi.