News

14.02.2018
Tjørnin í Mikladali sett í stand

Viðarlundin í Mikladali er vorðin uppaftur vakrari, nú vatn aftur er í tjørnini, og nú verður farið undir at fríðka og betra kringsumstøðurnar og atkomuviðurskiftini.

Eldru ættarliðini minnast kanska at hava spælt í tjørnini, tí í veruleikanum er hon á leið javngomul við Viðarlundina sjálva – eini 60 ár ella so. Mikladalsnevndin og bygdafólk og vitjandi í  Mikladali annars hava havt stórt ynski um, at tjørnin aftur skuldi prýða og hugna um viðarlundina, og nú er hetta arbeiðið komið á mál.

Síðan áirnar omanfyri bygdina vórðu lagdar um í samband við landsvegin, sum kom fyrst í 80’unum, hevur tjørnin fyri tað mesta verið turr og órøkin, men nú hevur staðbundni maðurin í Mikladali saman við Christiani Andreasen, sum býr í Mikladali og er limur í Mikladalsnevndini hjá Býráðnum, sett tjørnina í stand.

Fyrst varð tjørnin grivin, og síðan løgdu teir dúk og grót á botnin. Nú vatn er komið í tjørnina, er hon bæði við til at skapa vakurleika og hugna í viðarlundini, sum er eitt av væl vitjaðu støðunum í bygdini.

Fram til summarhálvuna, tá Kópakonan og annað í bygdini aftur fer at lokka nógv ferðafólk til, er ætlanin at fríðka um kringsumstøðurnar og gera atkomuviðurskiftini betri til tjørnina við eini gøtu, sum bæði er góð at ganga og koyra við eitt nú koyristóli ella barnavogni eftir.  

Other news
11.05.2023

International Sports Day in Klaksvík

26.01.2023

Free ice skating and hot chocolate

24.01.2023

Ground-breaking Citizens Survey for Klaksvík Council

10.10.2022

Faroese as a second language in Kambsdal College