Tíðindi

16.03.2018
Til hundaeigarar at minnast

Í Klaksvíkar kommunu skulu hundar altíð vera í bandi á øllum økjum, sum eru opin fyri vanligari ferðslu. Einastu undantøk eru ásettu innhegnaðu hundaøkini.

Hundar í Klaksvíkar kommunu skulu vera í bandi, eisini sjálvt um eigarin hevur fult tamarhald á hundinum. Hetta staðfestir kunngerð frá 2014, sum er galdandi í Klaksvíkar, Tórshavnar og Runavíkar kommunum. Kunngerðin kann lesast her.

Nú stundar til vára og lembing, verður staðiliga heitt á allar hundaeigarar at fylgja galdandi reglum, sum áseta, at hundar skulu vera í bandi. Eisini á vegum og gøtum frammi við seyðahaldi, har vandi kann vera fyri, at leysir hundar kunnu gera ærnar bangnar og fáa tær at kasta burtur áðrenn lembing.

Kenna eigarar tørv á at lata hundin renna leysan, verður víst til ásettu hundaøkini í kommununi – eitt nú úti í Grøv, har innhegnað øki er ætlað hundum at renna leysir.

Umframt at hava hundin í bandi, hava eigarar eisini ábyrgd av at taka upp eftir hundum sínum. Í Klaksvík eru á leið 20 ruskíløt við hundaposum spjødd kring býin til sama endamál, nevniliga at gera tað lætt og ómakaleyst at rudda upp eftir sær og harvið halda býin reinan og vakran.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy