Tíðindi

23.03.2018
Almennur stovnur til Klaksvíkar

Virknis- og tilhaldsstaðið “Gloym meg ei” verður í næstum staðsett í Klaksvík. Tænastuøkið hjá stovninum fevnir um Norðoyggjar og Eysturoy, og við flytingini leggjast 10 almenn arbeiðspláss afturat í Klaksvík.

Í samband við, at ungdómshúsið í næstum verður flutt niðan í Atlantis og harvið kemur nærri skúlaøkinum og øðrum frítíðartilboðum, eru hølini í gamla Norðoya banka tøk hjá kommununi at leiga út til Almannaverkið, sum seinastu tíðina hevur leitað eftir nýggjum hølum til stovnin.

Talan er sum nevnt um áleið 10 starvsfólk umframt millum 20 og 30 borgarar sum gjøgnum vikuna fara at hava sína dagligu gongd í bygninginum. Umframt virksemið inni í Virknis- og tilhaldsstaðnum “Gloym meg ei”, verður eisini veittur stuðul heima hjá borgarum, sum hava sosialar og sálarligar avbjóðingar. Hetta er við til at økja um tænastustøðið í Norðoyggjum, samstundis sum fermetrarnir í bygninginum verða enn betur gagnnýttir.

Fyri jól gjørdist eg varugur við, at virksemi hjá ”Gloym meg ei” manglaði nýggja staðseting. Eg gjørdi skjótt av, soleiðis, at ein skynsom loysn kundi finnast til góða endamálið. Tí er tað ómetaliga hugaligt, at vit nú skjótt kunnu bjóða teimum vælkomin til Klaksvíkar, sigur Tummas Lervig, býráðslimur. 

Tað hevur nógv at siga fyri trivnaðin í kommununi, at tænastustøðið á heilsuøkinum er fjølbroytt og nøktandi, og tað er stovnsflytingin við til at fremja, heldur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Hann leggur harafturat dent á, at talan er um eitt tilboð til borgarar við sosialum og sálarligum avbjóðingum, og at hetta er eitt evni, sum kommunan tekur í størsta álvara.

- Sálarheilsa er ein so stórur og grundleggjandi partur a okkara samlaðu heilsustøðu og trivnaði sum menniskju, og tí eri eg ómetaliga glaður fyri, at vit nú fáa eitt tilboð inna júst hetta økið til Klaksvíkar, tí vit taka evnið í størsta álvara, og skulu sjálvandi kenna okkara ábyrgd sum kommuna. Tað er millum annað eisini tí, Klaksvíkar kommuna tekur lut í ABC fyri sálarheilsu-samstarvinum við Fólkaheilsuráðið, og hetta tilboðið, sum nú kemur til Klaksvíkar er so eisini ein týðandi liður í at styrkja um tilvitið og tænastustøðið á økinum, sigur Jógvan Skorheim.

 

Um “Gloym meg ei”

“Gloym meg ei” er eitt virknis- og tilhaldsstað, fyri fólk við sosialum og sálarligum avbjóðingum, har møguleiki er hjá borgarum at luttaka í ymiskum handaligum virksemi og sosialari samveru. Tað er ikki neyðugt at vera visiteraður til “Gloym meg ei”, og sostatt er talan um eitt sera fleksibult tilboð.

Stovnurin er partur av Eind 8 í Trivnaðardeplinum undir Almannaverkinum, sum veitir tænastu til vaksin við sálarligum avbjóðingum og fevnir tænastuøkið hjá stovninum um Norðoyggjar og Eysturoy.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy