Tíðindi

08.12.2017
Jólatrøini verða tendrað í komandi viku

Vánaliga veðrið seinastu dagarnar hevur ávirkað ætlanirnar um at tendra jólatrøini í ymsu bygdunum, og tí verða trøini tendrað í komandi viku í staðin. Her sært tú, nær trøini tendra í ymsu bygdunum.

Í Ánunum verður jólatræið tendra týskvøldið 12. desember kl. 17. Ove Frederiksen heldur røðu og Klaksvíkar hornorkestur spælir.

Á Norðoyri verður jólatræið tendrað týskvøldið 12. desember kl. 19. Røða verður hildin, Klaksvíkar hornorkestur spælir og kaffi verður eisini at fáa.

Í Kalsoynni verða trøini tendrað mikukvøldið 13. desember og Markus í Norðnastovu heldur røðu.

Træið á Trøllanesi verður tendrað kl. 18

Træið í Mikladali verður tendrað kl. 19

Træið á Húsum verður tendrað kl. 20

Træið á Syðradali verður tendrað kl.20.30

Sam siglir í hesum sambandi úr Klaksvík kl.17.15 og av Syðradali kl. 21.30. Bussur er við í ferðini.

Í Svínoy verður jólatræið tendrað leygardagin 16. desember kl. 16.00
Poul Sivar Olsen heldur røðu, og Klaksvíkar hornorkestur spælir.

Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy