Tíðindi

08.12.2017
Vælkomin til nýggju klaksvik.fo

Við nýggjari heimasíðu og facebooksíðu ynskir kommunan at koma nærri borgarunum í kommununi og almenninginum annars. Les um nýggju møguleikarnar við síðunum her.

Heimasíðan er eitt týdningarmikið amboð í samskiftinum millum kommununa og borgaran, og við nýggju síðuni leggja vit okkum eftir at gera tað lætt og ómakaleyst hjá øllum at finna dagførda og relevanta kunning og vitan um tænastur, verkætlanir og kommunala virksemið sum heild.

Umframt tíðindaflutningin og evnisbólkarnar á forsíðuni, sum framvegis eru at kenna aftur frá gomlu heimasíðuni, eru nú eisini skiftandi temasíður á forsíðuni, sum skulu gera tað lætt at finna neyðugu vitanina um ymisk evni, eitt nú um tilflyting, sethúsabygging og kommunalar tænastur og veitingar.

Harumframt er knøtturin “boð til borgarar” festur á forsíðuna, har dagførd kunning um eitt nú ferðslubroytingar ella óreglsemi í vatnveiting er tøk.

Knøtturin er sostatt eitt hent amboð í samband við bráðfeingiskunning, sum kann hava ávirkan á gerandisdagin í kommununi.

Í samband við nýggju heimasíðuna hevur kommunan eisini fingið lív á sosialu miðlunum við facebooksíðu. Endamálið við facebooksíðuni er somuleiðis at knýta tættari samband millum kommununa, borgarar og umheimin.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy