Tíðindi

12.12.2017
Verkbannið ávirkar Húsið

Verkbannið, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur lýst frá hósdegnum 14. desember, hevur við sær, at Húsið verður stongt hós-, fríggja- og leygardagin.

Hóast leiðarar og varaleiðarar, sum eru limir í pedagogfelagnum, eru farnir í verkfall, hava allir stovnar opið sum vant fram til hósmorgunin 14. desember kl. 7. Tá kemur verkbannið, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur lýst fyri limum í pedagogfelagnum, í gildi. 

Umframt broytingar og afturlatingar í kommunalu dagstovnunum og frítíðarskúlanum, rakar verkbannið eisini ungdómshúsið við tað, at Húsið í fyrstu atløgu verður stongt hósdagin 14., fríggjadagin 15. og leygardagin 16. desember. Er støðan millum pedagogfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið óbroytt eftir vikuskiftið, verður kunnað um, hvussu hetta ávirkar upplatingartíðirnar í Húsinum.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy