Tíðindi

31.07.2018
Frá gráum betongi til listaligt litspæl

Við góðari hjálp frá vinum og kenningum hevur Rasmus S. Biskupstø brúkt hetta summarið uppá at listprýða baksíðuna á stóra skýlinum við Djúpumýru.

Listaverkið er so gott sum liðugt, nú Rasmus saman við Jógvan Skorheim, borgarstjóra stendur á parkeringsøkinum og skoðar verkið.

Betongið niðast og ytst báðumegin við skal málast svart, og hesum fara nøkur frá Ung í arbeiði at taka sær av, tá veðrið aftur loyvir tí. Maðurin, sum eigur hugskotið, og sum hevur brúkt ein stóran part av síni summarferiu við pensli í hond á stilladsinum, greiðir væl nøgdur frá verkinum.

- Bylgjurnar, sum ganga aftur í øllum sjey pørtunum, eru sinusbylgjur og ímynda eisini ljóðbylgjur. Vert er her at leggja til merkis, at bylgjurnar eru størri og ljóðið harvið harðari í blálittu pørtunum av skýlinum, og hetta kann sjálvandi knýtast at rópunum frá Bláu bylgju, sigur Rasmus við einum smíli.

Avmyndaði fuglurin er ein terna, sum er tikin uppá film í eini støðu, har hon kennir hóttan móti reiðri sínum. Stillmyndirnar eru tiknar úr filmsupptøkunum, og í grøna partinum flýgur ternan sum vant uttan at kenna seg hótta. Í gula partinum varnast hon, at onkur nærkast reiðrinum, og í reyða partinum loypur hon á fyri at verja reiður og pisur.

- Vit vildu hava eitt føroyskt djór inn í listaverkið, og ternan varð vald fyri tann vakurleikan og villskapin, sum gevur henni sítt serliga pláss í føroysku náttúruni. Litsamansetingin við grønum, gulum og reyðum, sum gongur frá friði til ávaring og at enda vanda, kann eisini hugsast sum eitt slag av ferðslusljósi, sigur Rasmus.

Eitt litspæl við nógvum viðspælarum

Tað var ein samanrenning millum hug og hugflog, sum fekk Rasmus at venda sær til borgarstjóran við einum ynski um at sleppa at listprýða partar av almenna býarrúminum.

– Vit hava nógvar veggir og framsíður av ymsum slag í almenna rúminum, sum eru gráar og eftir mínum tykki lívleysar, so eg helt tað vera upplagt at vita, um vit kundu sleppa at brúka onkran av hesum betongveggjunum sum lørift og harvið skapa lív og list í almenna rúminum. Vit framdu eina líknandi verkætlan í fjørsummar, tá vit listprýddu veggin niðanfyri gomlu politistøðina á Klaksvíksvegnum, og hon fekk eisini ordiliga góða móttøku. Og jaligi hugburðurin og áhugin, sum vit aftur hava møtt í hesari tilgongdini í summar benda á, at nógv eru glað fyri hetta, sigur Rasmus S. Biskupstø.

Hesum er Jógvan Skorheim, borgarstjóri samdur við honum í.

– Tilgongdin og úrslitið eru fantastisk, og vit kunnu øll vera errin av verkinum, sum við sínum vøkru litum og motivi ger miðbýarmyndina meira livandi og vakra, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Sjálvur gjørdist hann fegin og spentur, tá Rasmus legði fram sína ætlan við skýlinum fram fyri honum.

- Hetta er eitt fantastiskt dømi um tað hugflogið og skapanarhugin, sum nógvir borgarar hava og brúka til at gera nakað gott fyri býin og felagsskapin. Tað at leggja fram eitt hugskot, til dømis fyri, hvussu Klaksvík kann gerast vakrari, og so sjálvur fylgja tí til dyrnar við stuðli og hjálp frá kommunu og øðrum, tað hevur ómetaliga stórt virði fyri okkum øll, sum búgva og eru í Klaksvík, so tað eiga vit avgjørt at virðismeta og hjúkla um, sigur borgarstjórin.

Rasmus S. Biskupstø hevur sjálvur verið við í arbeiðnum frá byrjan til enda, men hann hevur eisini havt góða hjálp afturat sær. Bárður Mikladal og Heri Schwartz Jacobsen eiga hvør sín stóra lut í arbeiðnum, og harumframt hava fleiri aðrir vinir og kenningar eisini hjálpt til.

- Her hava nógvar hendur verið í gongd, og vit hava veruliga hugnað okkum við arbeiðnum. Føroya bjór var so vinarligt at stuðla okkum við drykkivørum, og so hava vit eisini havt tónleik afturvið málingini, og tað hevur ofta fingið fólk at steðga á eina løtu og forvitnast um, hvat hetta var fyri nakað. So uppá tann mátan hevur tað eisini skapað lív í økinum gjøgnum summarið, sigur Rasmus S. Biskupstø at enda.

Onnur tíðindi
20.12.2024

Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalistan

20.12.2024

Barnahúsið Margit søkir eftir Námsfrøðingum

20.12.2024

Løgfrøð­ingur til Klaksvíkar kommunu

20.12.2024

Søkt verður eftir tveimum dagrøktarum