Tíðindi

17.08.2018
Myndarøð: móttøka í Húsinum

Í gjár var almenn móttøka í samband við, at Húsið nú letur upp í nýggjum hølum í Bøgøtu.

Virkishúsið fyri ung, sum síðan byrjanina í 2006 hevur verið staðsett í gamla Norðoya banka á Klaksvíksvegnum, letur mánadagin upp í nýggju hølunum í Atlantis á Bøgøtu. Gjøgnum summarið hevur verið arbeitt flestu tímar av samdøgrinum fyri at fáa ovastu hæddina í bygninginum klára, og í næstum verður eisini farið undir umvælingararbeiðið í niðastu hædd, har ítrivsrúm skulu gerast til tey ungu.

Beinta Á. Gregersen er í verkætlanarstarvi sum leiðari fyri Húsið, og afturat sær hevur hon fýra starvsfólk, sum øll gleða seg til at taka ímóti børnunum og teimum ungu frá komandi mánadegi. Umframt Beintu starvast í Húsinum: Eyðvør Klakstein, Bjørg Jarnskor, Hans Edward Andreasen og Johnny Olsen. 

Virkishúsið er fyri øll børn og ung í 3. flokki og upp til 18 ára aldur. Upplatingartíðirnar eru skipaðar soleiðis, at opið er fyri teimum yngru frá kl. 13-17, meðan opið er fyri teimum eldru um kvøldarnar og í vikuskiftunum. 

Til móttøkuna bjóðaði Beinta Á. Gregersen, leiðari vælkomin og greiddi frá nýggju hølunum, umframt at hon eisini fortaldi um nýggju starvsfólkini og nøkur av teimum nýggju átøkunum, sum byrja, nú Húsið letur upp aftur. Eftir hetta helt Jógvan Skorheim, borgarstjóri røðu, og harumframt var eisini borðreitt við ymiskum góðum til bæði børn og vaksin. 

Niðanfyri endurgeva vit røðuna hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra:

"Góðan dag, øll somul

Góðu Beinta, Eyðvør, Bjørg, Hans Edward og Johnny – hjartaliga til lukku við størvunum og við, at tit longu eru komin so langt.

Niðurteljingin til hesa løtuna byrjaði einaferð í vár.

Býráðið samtykti í mars mánaða at flyta ungdómshúsið nærri skúla- og ítróttarøkinum her í miðbýarøkinum, og tað gekk ikki long tíð, so byrjaðu hondverkarar at síggjast dagliga her í Atlantis.

Og longu nú kunnu vit hátíðarhalda og síggja nýggju byrjanina í Húsinum.

Tað í sær sjálvum er eitt megnar avrik, sum vit øll kunnu ynskja hvørjum øðrum til lukku við.

***

Góða Beinta.

Tað hendir altíð okkurt, har sum tú ert.

Tað gongur ongantíð stillisliga fyri seg, og hesir seinastu mánaðirnir eru onki undantak.

Stríð og strev, buldur og brak. Og vupti! So kann Húsið lata upp í nýggjum hølum.

Við Beintu veit man, hvat man fær.

Ella tað helt eg í hvussu er, at eg visti.

Man fær lív, larm og hugflog fyri allar pengarnar, og so fær man eina rúgvu av reyðum og svørtum.

Tað reyða og svarta.. man tað hava nakað við uppvøksturin í Havn at gera?

Hvussu er og ikki, so gongur tað nú upp fyri mær, at nógv av tí reyða og svarta er skift út við blátt. ENDILIGA!

Tað skuldu nógv ár og ein flyting av Húsinum her niðan til Djúpumýru til, men nú er hon endiliga blivin KÍ-ari.

***

Ongin ger nakað einsamallur, tað vita vit øll, og tað er ongin ivi um, at her hava verið nógvar raskar og hjálpsamar hendur í gongd bæði tíðliga og seint.

Beinta, hondverkarar, starvsfólk og hjálparfólk av øllum møguligum slag, tit hava øll verið so ómetaliga røsk.

Vegna Býráðið, kommununa og øll børn og ung í Klaksvík og bygdunum sigi eg tykkum hjartans takk fyri tað stóra arbeiðið, tit leggja í fyri at skapa eitt gott og stuttligt stað at vera ungur í.

***

Vit eru øll spent uppá hesa nýggju staðsetingina av Húsinum, sum knýtir skúlan, frítíðarskúlan og ítróttardepilin tættari saman.

Nýggja staðsetingin, hølini og tit starvsfólk fara nú samanlagt at gera tað uppaftur betri og stuttligari at vera barn og ungur í Klaksvík.

Vit gleða okkum ómetaliga nógv til at fylgja gongdini, og ynskja tykkum alt tað allarbesta á vegnum.

Takk fyri."

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars