Tíðindi
19.12.2018
Dagstovnar í Klaksvík til jólagudstænastu í Christianskirkjuni
Í dag var árliga jólagudstænastan fyri dagstovnar í Klaksvík, og vóru fleiri hundrað børn savnað saman í Christianskirkuni fyri at hoyra Marjuna Lómaklett greiða fra jólaevangeliinum.
Í kirkjuni í morgun bjóðaði Marjun Lómaklett, prestur, vælkomin og eftir tað luttóku børn frá Útistovu og Gerðastovu við lucia-gongu og setti tað ein serliga dám á løtuna. Aftaná at Marjun hevði greitt frá jólaevangeliinum, framførdi skúlakórið á Skúlatrøð tveir sangir. Tey framførdu vøkru løgini Kvirra og Kveik eitt lítið ljós, og luttóku tey eisini, tá børnini sungu kenda sunnudagsskúla sangin ’Mín Gud er so stórur’, tá rungaði tað verðuliga í kirkjurúminum.





















Onnur tíðindi

12.03.2025
Grækarismessuhald í Varpinum

11.03.2025
Nýggjur sálarfrøðingur settur til børn og ung

07.03.2025
Nýggj skelti við staðarnøvnum sett upp

06.03.2025