Tíðindi
27.02.2019
Grunnur mentanartiltøk
Hevur tú eitt áhugavert hugskot um tiltak at fremja innan mentanarøkið í Klaksvíkar kommunu í ár, so er GRUNNUR MENTANARTILTØK nú aftur á skrá, og til ber at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk.
Umsóknirnar skulu vera inni í seinasta lagi týsdagin 2. apríl 2019 á middegi; og verða tær viðgjørdar í fundi í Mentanarnevndini.
Lýsing við oyðiblaði er at finna á heimasíðu kommununnar, har tilskilaðar eru treytir og tíðarfreistir, um nær og hvussu søkjast kann.
Tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking.
Fæið er kr. 200.000,-.
Meira kunning er at síggja í lýsingini við oyðiblaði her.
Onnur tíðindi

19.03.2025
Earth hour í Klaksvík

19.03.2025
Býráðsskráin 20. mars

17.03.2025
Send okkum títt hugskot!

12.03.2025