Tíðindi

09.07.2019
Ein rørdur borgarstjóri tók ímóti gávu frá Dagtilhaldinum

Seinnapartin í gjár fekk Dagtilhaldið á Heiminum við Vágna eina heilt serliga vitjan. Kristian Skorheim, sum einans er 11 dagar gamal, var boðin til seinnpartskaffi saman við mammu og pápa sínum, Vígdis og Jógvan Skorheim, tí ein heilt serlig gáva bíðaði Kristiani.

Tað var ikki ein sørt rørdur borgarstjóri, sum í gjár saman við konu síni Vígdis tók ímóti einum sera flottum bundnum teppi, sum heimabúgvandi fólkapensjónistar í Norðoyggjum, sum hittast í dagtilhaldinum, høvdu gjørt.

Hugskotið til gávuna kom, tá ið Thyra Frank, ráðharri í eldramálum fyrr í ár vitjaði á dagtilhaldinum saman við Jógvani Skorheim, borgarstjóra og stýrisformanni í NBH.

Thyra Frank var sera bergtikin av hondarbeiðinum, og hildu ídnu bindikonurnar, tá tær høvdu frætt at borgarstjórin skuldi gerast pápi fyri aðru ferð, at nýføddi sonurin skuldi fáa eitt líknandi teppi. Vanliga verður bundið úr restum, men til hesa serstaku gávu varð gjørt eyka burturúr, so teppi bleiv so bleytt og fjálgt sum til ber.

Í húgvu, hosum og fjálgum teppi fingu tey vitjaandi á dagtilhaldinum høvi til at ynskja Kristiani blíðan byr.  

 

Onnur tíðindi
05.02.2025

Løgfrøð­ingur til Klaksvíkar kommunu

03.02.2025

Stuðuls­møguleikar í ferðavinnuni

31.01.2025

Klaksvíkar býráð samtykt KT-trygdar­politikk

29.01.2025

Býráðsskráin 30. januar