Tíðindi
02.08.2019
Býarbussurin og ferðslan í komandi viku
Summarfestivalurin stendur fyri durum 16. árið á rað, og vit gleða okkum til enn ein fantastiskan festival. Eins og undanfarin ár verður ferðslan kring miðbýarøkið umskipað í samband við festivalin
Fyrireikingarnar til Summarfestivalin byrja at ávirka ferðsluna mánadagin 5. august, og broytingarnar eru galdandi alla festivalvikuna. Koyrandi verður aftur sum vanligt mánamorgunin 12. august.
Í tíðarskeiðnum, meðan ferðslan er umskipað, koyrir Býarbussurin hjá kommununi ikki. Bussarnir hjá Bygdaleiðum steðga bert við steðgistøðini á Borðoyarvík og á Varpabrúnni.
Trýst her fyri at síggja ferðslubroytingarnar.
Klaksvíkar kommuna heitir á øll um at vísa varsemi í ferðsluni, og ynskir somuleiðis øllum ein góðan Summarfestival.
Onnur tíðindi

12.03.2025
Grækarismessuhald í Varpinum

11.03.2025
Nýggjur sálarfrøðingur settur til børn og ung

07.03.2025
Nýggj skelti við staðarnøvnum sett upp

06.03.2025