Tíðindi

25.09.2019
Elinborg er komin heim á Klaksvíkstrøðna

Áleið 300 fólk vóru samankomin omanfyri Faktorshúsini, har standmyndin av Elinborg Lützen í gjár varð avdúkað. Ein hugnalig løta og flest øll vóru samd um, at Elinborg situr ógvuliga væl, nú hon er heimkomin á Klaksvíkstrøðna.

Eftir at standmyndin var avdúkað, og Brynhild Danielsen, ið Elinborg var fastur at, hevði sagt nøkur orð um Elinborg, varð farið oman í Spaniastovu, har rúgvismikil skrá var við røðum og sangi. Har var so nógv fólk samankomið, at ikki øll rúmaðust inni í Spaniastovu. Øll lótu væl at standmyndini og prýðiligu lundini annars, sum gjørd er omanfyri Faktorshúsini, eisini kallað Lützends hús.

Í hesum sambandi er ein stór framsýning við verkum eftir Elinborg Lützen at síggja í Spaniastovu. Framsýningin er opin fram til fríggjadagin 27. september.

 

Røðan hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra, kann lesast her.

 

Røðan hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra, kann lesast her.

 

Góðan dag øll somul

Hetta er ein heilt serlig løta. Ja, so serlig, at í framtíðini verður hetta minnisdagurin, tá ið Føroyar fingu sína fyrstu standmynd av einari navnnevndari kvinnu. Tí kunnu vit siga, at í dag skriva vit søgu. Og í Klaksvík eru vit kend fyri at skriva góðar søgur.

Eg eri ómetaliga glaður fyri, at tað fall mær í lut at siga nøkur orð til hesa hátíðarløtu, tí eg eri sannførdur um, at hendan løtan verður grundarsteinur undir einari nýggjari byrjan Úti í gomlu Klaksvík.

Hetta økið, sum seinastu vikurnar er blivið ótrúliga vakurt, hevur í nógv ár myndað eina samanrenning millum vinnu og mentan. Tí tað var her Úti í Klaksvík, at vinnan veruliga fekk fastatøkur. Serliga var tað orsakað av handilshølunum hjá kongaliga einahandlinum, sum seinni er blivin ein sølugluggi, ja onkur vildi kanska sagt ein mentanardepil, har list av ymiskum slagi verður miðsavnað og sýnd fram.

Tað er ongin loyna, at tá ið tosað verður um býarplanlegging, so eru fólk ymisk á máli um, hvussu farast skal til verka. Hvat skal varðveitast, hvat skal viðlíkahaldast, og hvat skal byggjast.

Faktorshúsini eru eitt dømi um hetta men kanska eisini eitt dømi um, hvat kann koma burturúr, tá fleiri ætlanir verða samantvinnaðar.

Verulig gongd verður í næstum sett á at fáa Faktorshúsini liðug, og arbeiðið við lundini á Bakkanum gongur væl. Tí eri eg vísur í, at framyvir verður enn meira lív í á vestara armi.

Tað er ein sannroynd, at har standmyndir verða settar upp, har savnast fólk. Ikki bara tí tað ofta er eitt vakurt øki, men tí at flestu standmyndir eisini minna okkum á eitthvørt.

 

Eina søgu ella eitt minni, sum vit eiga at halda fast í og bera víðari til komandi ættarlið. Somuleiðis er tað eitt høvi, har vit heiðra onkran, ið á ein ella annan hátt hevur skarað framúr, og sum vit eru errin av. Og tað vísir seg, at tað, sum vit eru errin av, tað eru ferðandi áhugaði í. Standmyndin av Elinborg fer at fáa fleiri ferðandi út í gomlu Klaksvíkina, tí ferðandi ynskja at kenna býin og søguna um býin.

 

Seinastu árini hava vit sæð, hvat ein kvinna kann – eisini tá hon er stoypt!

Vit skulu nevnliga ikki so langt fyri at finna eina aðra standmynd av einari kvinnu, sum dregur ferðandi í hópatali.

Standmyndin av Kópakonuni hevur prógvað, at sagnir og søgur um kvinnur, sum hava víst serligar dygdir, eru ógvuliga áhugaverdar.

 

Og Elinborg hevði serligar dygdir og var einastandandi, tí hon hevði heilt serlig evnir til at gera alt í náttúruni livandi. Alt frá gandkendum havbotnum til hulduslig landsløg við trøllum, heksum og øðrum sagnkendum verum.

Við sínum dugnaskapi knýtir Elinborg Lützen býarsøguna í Klaksvík saman við føroysku søguni um listakvinnur, sum sermerkja føroyska listasøgu. So nakað errin hevði hon verið, um hon visti, at tað í dag bæði var ein standmynd av henni, eitt frímerki og eitt føroyskt flogfar, sum varð uppkallað eftir henni. 

Men onki av hesum hevði verið møguligt, um stuðulin frá vinnuni ikki var so ómetaliga stórur. Við tykkara stuðli hava tit syrgt soleiðis fyri, at minnini um Elinborg Lützen, listakvinnu í dag er skrivað í føroyska søgu, sum fyrsta standmynd av navnnevndari kvinnu. Takk fyri tað.

 

Og her at enda vil eg eisini takka tykkum, sum eru komin til hátíðarløtuna og nýta høvið at ynskja Norðoya Sparikassa hjartaliga til lukku við 100 ára degnum í dag og ikki minst takka tykkum fyri samstarvið í samband við hesa verkætlanina.

 

Takk fyri.

Onnur tíðindi
20.12.2024

Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalistan

20.12.2024

Barnahúsið Margit søkir eftir Námsfrøðingum

20.12.2024

Løgfrøð­ingur til Klaksvíkar kommunu

20.12.2024

Søkt verður eftir tveimum dagrøktarum