Tíðindi

10.10.2019
Sáttmálar undirskrivaðir um mentanarhúsið í Klaksvík

Í gjár varð partalagsavtala undirskrivað, sum skal fremja um- og útbygging av verandi Posthúsi í Klaksvík til stórsligið mentanarhús.

Byggiharri er Grunnurin Mentanarhúsið í Klaksvík og eru sáttmálar í sama viðfangi undirskrivaðir við Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum hava projekteringsleiðsluna.

Aðrir ráðgevar eru Spenn Sp/f - konstruktiónir, PB-Consult - HVS,  LBF - EL og Steingrund Akustik Sp/f - Akustik.

Sáttmálar eru eisini undirskrivaðir við Kanjon, sum er høvuðsarbeiðstakari og síðani við arbeiðstakararnar innan HVS, Sp/F Victor á Lakjuni og innan EL, ið er TTS.

Kostnaðurin er mettur til kr. 60 mill og sambært tíðarætlanini skal bygningurin standa liðugur við ársenda 2022.

Tað fyrsta, sum hendir nú, er at flyta leiðingar hjá Føroya Tele, sum liggur yvir um byggiøkið. Eftir tað verður byggiplássið innrættað so útgravingin kann byrja fyri jól – samstundis verður projekterað av øllum alvi.

Talan er heilt víst um eitt spennandi hús, sum í stóru høllini til leikuppsetan kann hýsa 380 fólkum, men við borðuppstilling til veistlur o.l., kann hýsa væl meir enn 400 fólkum – eitt spennandi mentanarhús til margnýtslu, sum Klaksvík sanniliga hevur brúk fyri.

Húsið fer at verða karmur um alskyns mentanarupplivingar í framtíðini, samstundis sum húsið eftir ætlan eisini kann brúkast til vinnulig tiltøk, fyrilestrar, býráðsfundir, ráðstevnur og annað. Í húsinum er eisini øki gjørd til café umhvørvi, ið fer at virka sum eitt savnandi stað fyri virksemið í húsinum og býnum annars.

Onnur tíðindi
20.12.2024

Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalistan

20.12.2024

Barnahúsið Margit søkir eftir Námsfrøðingum

20.12.2024

Løgfrøð­ingur til Klaksvíkar kommunu

20.12.2024

Søkt verður eftir tveimum dagrøktarum