Tíðindi
18.03.2020
Stuðul til Mentanartiltøk í Klaksvíkar kommunu
Hevur tú eitt áhugavert hugskot um tiltak at fremja innan mentanarøkið í Klaksvíkar kommunu í ár, so er GRUNNUR MENTANARTILTØK nú aftur á skrá, og til ber at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk.
Umsóknirnar skulu vera inni í seinasta lagi týsdagin 28. apríl 2020; og verða tær viðgjørdar í fundi í Mentanarnevndini.
Lýsing við oyðiblaði er at finna á heimasíðu kommununnar, har tilskilaðar eru treytir og tíðarfreistir, um nær og hvussu søkjast kann.
Tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking.
Fæið er kr. 200.000,-.
Meira kunning er at síggja í lýsingini við oyðiblaði her.
Onnur tíðindi

12.03.2025
Grækarismessuhald í Varpinum

11.03.2025
Nýggjur sálarfrøðingur settur til børn og ung

07.03.2025
Nýggj skelti við staðarnøvnum sett upp

06.03.2025