Tíðindi

24.02.2020
Væleydnað Torravika

Nógv ymisk tiltøk hava verið á skrá, og hava tey verið væl vitjaði øll. Talan hevur verið um ein rúgvusmikla skrá við heili 56 ymiskum tiltøkum á skrá.

Smæran og Miðhøllin á Skúlatrøð kunnu sigast at hava verið høvuðspallarnir, tó at nógv onnur tiltøk hava verið runt um í býnum, har sjóvinnan so ella so hevur verið á skrá.

Nevnast kann m.a. listaframsýningar og konsertir, fyri ikki um at tala um mongu kaféirnar, sum eisini hava verið á skrá, og sum eisini hava verið væl vitjaðar.

Mett verður, at nærum 4.000 fólk hava uppliva okkurt av Torraskránni. Hjálpin og viljin, til at gera Torravikuna væleydnaða, hevur verið ómetaliga stórur, og eiga øll tøkk fyri tað. 

Torravikan hevur fingið nógv umtalu víða um – og tá ið soleiðis er, koma nógv ymisk hugskot um tiltøk at taka upp eina aðra ferð. Tí er tað við gleði, at vit kunnu siga, at Torradagarnir aftur vera á skrá 15. – 21. februar 2021. 

 

 

Onnur tíðindi
23.07.2024

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

16.07.2024

Stangavegu­rin asfalteraður