Tíðindi

28.02.2020
Næmingar á Skúlatrøð vunnu SkúlaFM 2020

Fyri løtu síðani varð avdúkað, at vinnarar av SkúlaFM 2020 vóru næmingar á Skúlatrøð, sum hava gjørt eina roynd við at nýtulka klassiska føroyska smakkin av tara.

Næmingarnir, sum stóðu aftanfyri verkætlanina Trekk, fara at kappast víðari í Danmark í kappingini NextLevel. 

Sjey bólkar luttóku og vóru hesi: Tvøroyar skúli, á Skúlatrøð, skúlin á Fløtum, skúlin við Løkin, E Nám, skúlin við Løgmannabreyt og skúlin á Giljanesi. 

Sera nógv fólk vóru komin til SkúlaFM, sum í ár var í Spinnarínum í Klaksvík. Millum gestirnar var eisini Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum m.a. rósti næmingunum fyri, at hava dirvið til at brótu upp úr nýggjum og at hugskotsmenna vørur, sum við teirra íkasti fáa eina nýggja dimensjón. 

Vit endurgeva røðuna hjá borgarstjóranum niðanfyri, og ynskja Trekk hjartaliga til lukku við heiðrinum. 

***

Góðu tit øll

Eg fari at byrja við at siga, at eg eri imponeraður av tykkum. Ótrúliga áhugaverdar framløgur, sum tit øll kunnu vera errin av.

Tit eru øll ung, og í hesum høpi kanska eisini óroynd, men tað sást als ikki aftur í tykkara framløgum.

Eg haldi at tað er ómetaliga stuttligt at síggja, hvussu væl grundað og fullførdar ymisku verkætlanirnar hjá tykkum eru.

Tit hava dirvið til at brótu upp úr nýggjum og at hugskotsmenna vørur, sum við tykkara íkasti fáa eina nýggja dimensjón. Men tað er ongin loyna, at ein væleydnað verkætlan krevur meira enn drivið.

Tit hava ikki bara havt eitt hugskot, men tit hava eisini lagt eina ætlan, og so miðvíst arbeitt framm ímóti málinum. Tað hevur uttan iva kravt samstarv, nógv samskifti og nógvar tímar av arbeiði, tí tað er slett ikki altíð so nemt, at gera hugskot til veruleika.

Men eg veit frá mær sjálvum, at um viljin bara er nóg stórur, so ber øðiliga nógv til. Eisini tað, sum vinfólkini kanska halda er eitt merkiligt hugskot.

***

Eg skal fortelja tykkum eina lítla søgu.

Aftaná at eg var liðugur í fólkaskúlanum, so royndi eg alt møguligt ymiskt.

Eg fór til Afrika í nakrar mánaðir, eg arbeiddi sum bakari, seldi sápu og arbeiddi sum sølumaður fleiri ymisk støð í Klaksvík og í Havn.

Øll størvini, og allar ferðirnar, sum eg havi verið á, hava givið mær ymiskt í ryggsekkin. Tí aftaná hvørt starv, so haldi eg, at eg havi fingið góð hugskot til, hvat eg annars kundi farið og gjørt.

Ein dagin fortaldi eg fyri vinmonnunum hjá mær, at eg fór at stilla upp til býráðsval. Eg ætlaði mær at verða politikari, tí eg hevði fleiri hugskot til, hvussu Klaksvík kundi gerast ein enn betur býur.

Eg skal lova tykkum, at teir flentu eftir mær. Sjálvt um teir hjálptu mær, so haldi eg, at teir hildu at tað var sindur píniligt. Teir høvdu í øllum førum ikki líka góðar vónir sum eg.  

Men eg trúði uppá hetta. Eg helt at hugskotið var gott. Eg legði eina ætlan, og eg gjøgnumførdi míni mál stig fyri stig. Tað eydnaðist ikki fyrstu ferð, men tað gav mær allíkavæl mót til at royna tað aftur.

Mín vilji til at fremja hugskotið gjørdi eisini, at vinmennirnar í nógv størri mun fóru at trúgvu uppá tað. Tí eiga teir eisini rós fyri, at teir bæði tá og seinni bakkaðu upp um hugskotið, sum gjørdist veruleiki ????

Eg rokni við, at tit í hesi tilgongdini eisini hava møtt forðingum og avbjóðingum, men tit hava ikki givið upp. Tí kunnu tit errin sita her, og bara bíða til dómsnevndin fer at heiðra bestu verkætlanina.

Tit komu øll á mál, og tað eiga tit øll at vera ómetaliga errin av. Tað at eg ikki varð valdur inn í býráðið fyrstu ferð eg stillaði upp merkir ikki, at hugskotið ikki var gott. Tí tað bleiv gott. Tað síggja tit ????

Tí eiga tit ikki at geva upp, um tykkara verkætlan, í hesum førum, ikki verður heiðrað sum tann besta, men heldur áhaldandi arbeiða við verkætlanini, soleiðis at hon bara mennist og gerst betur.

***

Eg vil til seinast nýta høvi til at takka Íverksetarhúsinum, Mentamálaráðnum og skúlunum fyri, at raðfesta Skúla FM. Skúla FM gevur næmingunum møguleika at arbeiða á ein heilt øðrvísi hátt, og tað haldi eg er ómetaliga spennandi, skapandi og gevandi.

Somuleiðis vil eg takka Íverksetarhúsinum fyri, at Klaksvíkar kommunu fekk møguleika at gerast ein so virkan partur av Skúla FM 2020. Vit eru ógvuliga fegin um, at Spinnaríið, sum eisini er ímyndin av einum hugskoti, sum kann gerast veruleiki, kann vera karmur um eitt slíkt tiltak.

Eftir er bert at siga: Góða eydnu og blíðan byr til tykkum øll.

Takk fyri!  

 

 

Onnur tíðindi
20.12.2024

Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalistan

20.12.2024

Barnahúsið Margit søkir eftir Námsfrøðingum

20.12.2024

Løgfrøð­ingur til Klaksvíkar kommunu

20.12.2024

Søkt verður eftir tveimum dagrøktarum