Tíðindi

29.06.2020
Nýggjar og dagførdar gøtur

Arbeiði at gera nýggjar gøtur, umframt at dagføra gamlar sniðgøtur, er partur av eini størri ætlan við gongubreytum í Klaksvíkar kommunu. Arbeiðið, sum er gjørt í ár, fevnir m.a. um gøtuna fram við Nólsoyar Páls húsinum og aðrar gøtur.

Gøturnar eru nógvar í tali og tí er hetta eitt arbeiði, sum áhaldandi verður arbeitt við og raðfest. Hetta verður gjørt fyri at koma runt til tær gøtur, ið eru mest átrokandi at fáa dagført.

Millum tær gøtur og sniðgøtur, sum eru raðfestar seinastu tíðina, eru hesar:

  • Gøtan millum undir Brúnni og undir Hálsi
  • Gøta við Hamarssniðið
  • Gøtan niðanfyri Nema
  • Gøta fram við fjøruni og hús Nólsoyar Páls
  • Gøtan sunnan fyri Christianskirkjuna
Onnur tíðindi
12.03.2025

Grækarismessuhald í Varpinum

11.03.2025

Nýggjur sálarfrøð­ingur settur til børn og ung

07.03.2025

Nýggj skelti við staðarnøv­num sett upp

06.03.2025

Námsfrøð­ingur til Baldursbrá