Tíðindi

19.08.2020
Dagstovnarnir lata upp uttan tilmelding

Eftir at hava havt eina tilmeldingarskipan í tvær vikur, er avgerð tikin um, at lata dagstovnarnar í Klaksvíkar kommunu upp uttan tilmelding, galdandi frá komandi mánadegi 24. august.

Mett verður at tamarhald nú aftur er á korona smittuni, og tað verður tí mett ráðiligt at lata enn meira upp.

Við støði í hesum er avgerð tikin um, at foreldur at børnum á dagstovnum frá og við komandi viku ikki longur hava fyri neyðini at melda børn síni til.

Vísandi til almennu tilráðingarnar, verður tó framhaldandi neyðugt at vísa varsemi, og verður reinføri og frástøða framvegis partur av gerandisdegnum á dagstovnaøkinum.

Somuleiðis verður framvegis galdandi, at foreldur ikki koma inn á stovnin, men halda fram við at avlevera og heinta síni børn á teimum støðum, sum avtalað er við dagstovnin hesa seinastu tíðina.

Onnur tíðindi
17.03.2025

Send okkum títt hugskot!

12.03.2025

Grækarismessuhald í Varpinum

11.03.2025

Nýggjur sálarfrøð­ingur settur til børn og ung

07.03.2025

Nýggj skelti við staðarnøv­num sett upp