Tíðindi

15.03.2021
Bláa skýlið tikið alment í nýtslu

Í gjár spældi besta mansliðið hjá KÍ sín fyrsta heimadyst í hesum kappingarárinum. Samstundis varð nýggja skýlið, vanliga rópt Bláa skýlið, tikið alment í nýtslu. Ikki kann sigast annað enn, at skýlið er sera snøgt og fjálgar um fótbóltsupplivingina á Djúpumýru.

Áðrenn dysturin millum KÍ og NSÍ varð bríkslaður ígongd, nýttið Karl Johansen, borgarstjóri, høvið at siga nøkur orð, har hann m.a. ynskti KÍ góða eydnu við kappingini og gav skýlið til KÍ og FSF at nýta. FSF hevur nevnliga víst áhugað í at hýsa dystum hjá kvinnulandsliðnum og ungdómslandsliðum í Klaksvík, tá ið leikvøllurin hevur fingið sína endaligu UEFA flokk 2 góðkenning.

 

Áðrenn dysturin varð bríkslaður í gongd, helt borgarstjórin eina stutta røðu, sum kann lesast her:

Góðu tit øll

Viðhaldsfólk, stuðlar, FSF, leikarar, venjarar og øll tit í varða av Klaksvíkar ítróttarfelag. Hjartaliga til lukku við nýggja skýlinum, sum í dag verður tikið alment í nýtslu. Hetta er fantastiskt!

Tað eru ótrúliga nógv fólk, sum hava glett seg til hesa løtuna. Skýlið hevur verið leingið ávegis, og tí er hetta ein stór løta fyri bæði Klaksvíkar býráð og øll, sum eiga lut í verkætlanini.

Í góðum samstarvi við Klaksvíkar ítróttarfelag og FSF eru vit komin á mál við fyrsta byggistigi og samtykt er nú eisini at fara undir næsta byggistig beinavegin. 

Gongst sum ætlað, so verða áskoðarpláss kring allan vøllin seinni í ár. Tað verður ótrúliga spennandi.

Við hesum byggistignum er Klaksvíkar kommuna eitt fet nærri einum nútímans ítróttardepil, sum uttan iva verður til gangs fyri bæði norðoyingar og onnur vitjandi.

Tað má eisini sigast at vera eitt satt frambrot, at Klaksvíkar kommuna kann bjóða seg fram í samband við altjóða dystir í framtíðini. Tað síggja vit heilt sikkurt fram til.

Til síðst vil eg enn einaferð takka øllum, sum eiga ein leiklut í hesum arbeiðinum, og so er bara eitt eftir at siga:

KOYR Á KÍ!!

Onnur tíðindi
21.11.2024

Jóla­trø­ini verða tendrað

20.11.2024

Avbjóðingar at rudda kava

20.11.2024

Skrivstovu­fólk til Miðlan

15.11.2024

Umvælingar í svimji­høll­ini komandi vikurnar