Tíðindi
Skráin fyri Torradagarnar kann takast niður her: Torraskráin 2022
Mikudagur 23. februar 2022
kl. 11.30 – 16.00: Café Gloria. Stóra fiskaborðið á Café Gloriu.
Vel millum fleiri fiskarættir, lippur, kjálkar, knettir, frikadellur, saltfisk, feskan fisk, livur og rogn, laks og annað. Eisini verður kaffi/te og køkur
kl. 12.00 – 20.00: Cafe Fríða. Laksaburgari við heimagjørdum bolla og lime dressingi. Croissantur við toskasalat. Salat við marineraðum rækjum
Kl. 13.00 – 17.30: Blákrossbúðin, á Klaksvíksvegi 63, Hevur eisini opið
kl. 14.00 – 17.00: Framsýning í Gamla Seglhúsið.
Framsýning við ymiskum listaverkum av m.ø. Jóannis Kristiansen, Øssur Mohr, Jack Kampmann, Bárður Jákupsson, Tolli Mortens o.ø.
kl. 15.00 – 18.00: Íverksetarahúsið. Opið hús - hvat arbeiða vit við, og hvat arbeiða vit fram ímóti? Til ber eisini at fáa eitt prát, um man ynskir tað. Eisini verða íverksetarnir, sum sita í húsinum, til staðar og fortelja fegin um sítt virksemi.
kl. 16.00: Smæran. Stellurnar – Birgir Waag Høgnesen greiður frá. Spennandi frásøgn við hópin av góðum myndum
kl. 16.00: Smæran. Myndaframsýning “Samferðsla til og úr Kalsoynni”
Kl. 18.30 – 21.00: Blákrossbúðin hevur opið hús. Har bjóða tey kaffi o.a. (Klaksvíksvegi 63)
kl. 19.00: Fiskivinnuting á Skúlatrøð (nýggja miðhøllin).
Kjak millum politikarar og vinnulívsfólk, sum verður beinleiðis í sjónvarpinum hjá KvF, har Jón Brian Hvidtfeldt er vertur. Men vilt tú hava stemningin við og hava eitt orð at skula sagt, so mást tú møta upp!
kl. 19.00 – 20.00: Norðoya Bátafelag (á Roykivirkinum). Sjavs – Øll bátaáhugað spæla sjavs
kl. 22.00 Filmur í Atlantis.
Moonfall: Tá ið forsetin í NASA og fyrrverandi rúmdarfararin Jo Fowler (Halle Berry) gerst varug við, at mánin innan stutta tíð verður settur av kós, og harvið førir við sær, at jørðin og øll mannaættin verða løgd í oyði, tekur hon eina óvanliga avgerð
Hósdagur 24. februar 2022
kl. 10.00: Tiltak í Betesda
Osmund Justinussen, skipari og reiðari um sjólív sítt og útróðrarsøgur úr Leirvík. Vitin syngur og spælir – felagssangur
kl. 12.00 – 18.00: Café Gloria. Leir-Kafé á Café Gloria
kl. 13.00 – 18.00: Norðoya Fornminnasavn. Myndaframsýning í Miðstovuni.
Nógvar áhugaverdar myndir, sum tú kanska kann seta onkur nøvn á?
Kl. 13.00 – 17.30: Blákrossbúðin hevur opið (Klaksvíksvegi 63)Hevur eisini opið
kl. 14.00 – 17.00: Gamla Seglhúsið
Framsýning við ymiskum listaverkum av m.ø. Jóannis Kristiansen, Øssur Mohr, Jack Kampmann, Bárður Jákupsson, Tolli Mortens o.ø.
kl. 16.00: Tiltak í Smæruni. “Brúður í Roskilde dómkirkju” - Árni Dahl.
Lívssøguna hjá Jóhonnu Poulinu Klein, sum var fødd í Klaksvík í 1890 og doyði í Roskilde í 1993 – júst fylt 103 ár
kl. 16.00: Framsýning í Smæruni. Evni: “Samferðsla til og úr Kalsoynni”
Kl. 16.00 – 18.00: Dragin. Opið skip umborð á Draganum.
Til ber at kunna seg um virksemið umborð á skúlaskipinum – Kokkurin bjóðar kaffi!
KL. 17.00 - 19.00: TIltak í Atlantis. Tiltak fyri CCF. Eftir tiltakið er aðalfundur
kl. 17.00: Finastøðin. Framløga um Norðsøka, tíðina hann var á Eiði – Óluva Nolsøe Djurhuus
kl. 17.30: Finastøðin. Tænti í Ónagerði og búsettist í Oregon – Magni Arge.
Sunnuva Margretha Henriksen fødd í 1849 fór til Amerika og giftist har, og síðani frættist onki frá henni. (?)
Kl. 18.30 – 21.00: Blákrossbúðin hevur opið hús, har vit eisini bjóða kaffi (Klaksvíksvegi 63)
kl. 18.30: Saunagos í Svimjihøllin. Við náttúruoljum í ovninum, sum eru góðar fyri likam og sál
kl. 19.00: Café Gloria. Sjavskapping á Café Gloriu
kl. 19.30: Tiltak á Skúlatrøð (Gamla Miðhøllin)
Samhandil við Rusland – Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, Heri Joensen frá Lóður og Niels Winther, stjóri á Vinnuhúsinum. Greitt verður frá m.a. áhugaverdari kanning. Føroyar útflyta til Russlands fyri kr. 2,2 mia av fiskavørum.
kl. 20.00 – 22.00: Skálin
Hugnaløta við sangi, frásøgum og dansi - Klaksvíkar Dansifelag
kl. 22.00: Filmur í Atlantis
Moonfall: Tá ið forsetin í NASA og fyrrverandi rúmdarfararin Jo Fowler (Halle Berry) gerst varug við, at mánin innan stutta tíð verður settur av kós, og harvið førir við sær, at jørðin og øll mannaættin verða løgd í oyði, tekur hon eina óvanliga avgerð
Fríggjadagur 25. februar 2022
kl. 09.00 – 12.00: Café Gloria
kl. 09.30: Felags morgunsangur á Cafe Gloria. kl. 10.00: Eyðun og Steinbjørn Jacobsen syngja og spæla. kl. 10.30: er aftur felags morgunsangur. kl. 11.00 syngur og spælir Herborg Torkilsdóttir. kl. 13.00 til 19.00 er leir-Kafé á Café Gloriu
kl. 12.00 – 15.00: Café Fríða: Matskrá - Djúpstoktar lippur við dippi
kl. 12.00 – 20.00: Café Fríða Matskrá: Laksaburgari við heimagjørdum bolla og lime dressingi. Croissantur við toskasalat. Salat við marineraðum rækjum
Kl. 13.00 – 17.30: Bllákrossbúðin hevur opið (Klaksvíksvegi 63)
kl. 14.00 – 17.00: Gamla Seglhúsið
Framsýning við ymiskum listaverkum av m.ø. Jóannis Kristiansen, Øssur Mohr, Jack Kampmann, Bárður Jákupsson, Tolli Mortens o.ø.
kl. 14.00 – 18.00: Smæran. Myndaframsýning “Samferðsla til og úr Kalsoynni”
kl. 16.00 – 18.00: Dragin. Opið skip umborð á Draganum. Til ber at kunna seg um virksemið umborð á skúlaskipinum – Kokkurin bjóðar kaffi!
kl. 19.30: Filmur í Atlantis
Jackass forever: 4. filmurin í røðini "Jackass Forever", sum var tann best seljandi filmurin, tá frumsýniningarnar vóru í USA. Ummælararnir eru eisini glaðir, hóast 50 ára gamli Johnny Knoxville og 47 ára gamli Steve-O saman við hinum garpunum ikki eru leiðarastjørnur innan hámentanina
kl. 21.00 til 23. Restaurant Fríða. Uppliv Jens Marna Hansen á palli í Café Fríðu.
Atgongumerki kunnu keypast á www.frida.fo og kosta 150 kr
kl. 22.00: Filmur í Atlantis
Moonfall: Tá ið forsetin í NASA og fyrrverandi rúmdarfararin Jo Fowler (Halle Berry) gerst varug við, at mánin innan stutta tíð verður settur av kós, og harvið førir við sær, at jørðin og øll mannaættin verða løgd í oyði, tekur hon eina óvanliga avgerð
Leygardagur 26. februar 2022
kl. 10.00 – 12.00: Norðoya Bátafelag (á Roykivirkinum)
Hugnaløta við ókeypis morgunmati – Øll vælkomin!
Kl. 10.00 – 14.00: Blákrossbúðin hevur opið (Klaksvíksvegi 63)
kl. 10.00 – 17.00: Café Gloria: Leir-Kafé á Café Gloriu
kl. 11.00: Christianskirkjan
Matiné - Kórið í Christianskirkjuni syngur nakrar sangir - Floytukórið Útnyrðingur fer at spæla nøkur løg
kl. 11.00: við Magnstøðina. Miðstovugarðurin í Trøðum á Sandi selur neytakjøt við Magnstøðina í Klaksvík. Nakað av eplum og grønmeti er eisini við
kl. 11.00 – 15.00: Teknmálskafé á Skúlatrøð (nýggja miðhøllin).
Endamálið er at upplýsa og varpa ljós á føroykst teknmál. Tað eru eins nógv teknmál í heiminum, sum tað eru talumál.
kl. 12.00 – 15.00: Café Fríða. Matskrá - Laksaburgari við heimagjørdum bolla og lime dressingi. Croissantur við toskasalat. Salat við marineraðum rækjum
kl. 13.00 – 16.00: Heilsukafe á Tekniska Skúla.
Torravikuni líkt, bjóðar matvørudeildin smakkiroynd av ymsum royktum fiskasløgum umframt annan heilsugóðan kost.
Eisini kanst tú kunna teg um útbúgvingar á skúlanum
kl. 14.00 – 17.00: Gamla Seglhúsið
Framsýning við ymiskum listaverkum av m.ø. Jóannis Kristiansen, Øssur Mohr, Jack Kampmann, Bárður Jákupsson, Tolli Mortens o.ø.
kl. 14.00: Tunnisláttur í Badmintonhøllini
Klaksvíkar Hornorkestur hevur tunnusláttur og mat- og køkutombola. Nógv grýluklædd børn, mammur, pápar, abbar og ommur
kl. 14.00 – 15.00: Norðoya Bátafelag (á Roykivirkinum)
Mayday á Norðhavinum - Poul Sivar Olsen og aðrir greiða frá ógvusligum hendingum á útróðri. Karstin Danielsen luttekur við sangi.
kl. 14.00 – 17.00: Dragin. Opið skip umborð á Draganum
Til ber at kunna seg um virksemið umborð á skúlaskipinum – Kokkurin bjóðar kaffi!
kl. 14.00: Gakk & renn við Tekniska Skúla
Torrarenning Jóhanna C. Christiansen setur renningina í gongd.
Runnið verður eftir bakkavegnum út móti Norðoyri. Tú kanst eisini ganga & renna 15 min út og 15 min heim!
kl. 14.30: Heilsutiltak inni í Tekniska Skúla. Rørsla, kostur og heilsukanning
Okkurt leskandi er at fáa eftir renningina. Til ber eisini at kanna blóðtrýst, vekt, BMI og lungnakapasitet
kl. 15.00: Hvussu gongur á Mars? Frásøgn v/ David Arge Klevang Petersen.
Tiltakið verður á Skúlatrøð (gamla miðhøllin).
Spennandi frásøgn við enn meira spennandi myndum, ið eru tiknar við serligum útbúnaði, føroyingurin David Arge hevur ment og roynt í Føroyum
kl. 18.00 – 21.00: Saunagos í Svimjihøllin
Hvørt holdið er inni í 1/2 tíma í senn – Við náttúruoljum í ovninum, sum eru góðar fyri likam og sál. Tekna teg á www.kid.fo
kl. 19.30: Filmur í Atlantis
Jackass forever: 4. filmurin í røðini "Jackass Forever", sum var tann best seljandi filmurin, tá frumsýniningarnar vóru í USA. Ummælararnir eru eisini glaðir, hóast 50 ára gamli Johnny Knoxville og 47 ára gamli Steve-O saman við hinum garpunum ikki eru leiðarastjørnur innan hámentanina
kl. 21.00: Café Fríða
FríðuTónar við Jens Marna Hansen. Jens Marni kemur væl upplagdur til Klaksvíkar, og byrjar konsertin kl. 21.00 og heldur áfram til kl. 23.00. Atgongumerki til konsertina við Jens Marna Hansen kosta kr. 150.
kl. 22.00 Filmur í Atlantis
Moonfall: Tá ið forsetin í NASA og fyrrverandi rúmdarfararin Jo Fowler (Halle Berry) gerst varug við, at mánin innan stutta tíð verður settur av kós, og harvið førir við sær, at jørðin og øll mannaættin verða løgd í oyði, tekur hon eina óvanliga avgerð
Sunnudagur 27. februar 2022
kl. 11.00: Christianskirkjan
Torragudstænasta við Jóannes Purkhús, sóknarpresti