Tíðindi
Kommunan heitir á øll fólk, sum búgva á ovastu vegunum í Klaksvík, Ánunum og á Norðoyri, um at fara frá húsum beinavegin. Talan er um evakuering vegna stór skriðulop fleiri støð í býnum og vandi er fyri fleiri lopum.
Tilbúgvingin í Norðoyggjum fylgir neyvt gongdini.
Er er tørvur á tilhandsstaði, ber til at seta seg í samband við Miðlan á tel. 41 00 00.
Dagføring kl. 14.20 - Viðv. skalvalopunum í Klaksvík.
Í samband við skalvalopini er tilbúgvingin og politiið byrjað at flyta fólk burtur úr økinum Undir Brúnni, Undir Klakki, og Undir Hálsi í Klaksvík.
Eisini verður farið á eystaru síðu til gøturnar Millum Hjalla, Undir Grashjalla, Helnaskákið, Helnabrekku, Kjalarveg, Kráargøtu, Geilina at flyta fólk burtur.
Badmintonhøllin og KÍ-høllin eru savningarstøð.