Tíðindi
Lovisa tók útbúgving sum føðsluatstøðingur í 2010 og bleiv professiónsbachelor í ernæring og sundhed í 2018. Harumframt hevur Lovisa viðkomandi arbeiðsroyndir.
Lovisa hevur arbeitt á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum hondvekrari í køkinum, og sum kostrøktarstarvsfólk í eitt tíðarskeið, har hon var verkætlanarleiðari. Lovisa hevur eisini royndir frá Landssjúkrahúsinum og Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, umframt at hon hevur undirvíst á Húsarhaldsskúla Føroya.
Uppgávan hjá Lovisu verður m.a. at útvega skúlanæmingum eina heilsugóða millummáltíð, sum yvir tíð skal mennast soleiðis, at skúlanæmingar ikki longur hava tørv á matpakka hvønn dag. Harumframt skal Lovisa taka sær av ymiskum praktiskum og somuleiðis orða ein mat- og máltíðarpolitikk, sum setur karmar um matarskipanina.
Annika S. Biskopstø, forkvinna í Heilsunevndini, fegnast um, at undirtøka hevur verið í býráðnum fyri hesi verkætlan.
-Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at kommunan áhaldandi raðfestir átøk, sum gevur børnum og ungum orku og megi í gerandisdegnum, og tað eri eg sannførd um, at ein mat- og máltíðarskipan kann birta undir.
- Við hesi verkætlan slóða vit fyri á økinum, og tað eri eg ógvuliga errin av, og ikki minst spent.
Lovisa sigur eisini í stuttari viðmerking, at tilvitskan og kunning um heilsugóðan mat er eitt umráðandi øki at varpa ljós á, og tí gleðir hon seg at byrja í starvinum, har hon saman við øðrum á Skúlatrøð vónandi kann vera við til at geva børnum og ungum eina mattilvitan, sum kemur at geva størri matgleði og matmót.
Lovisa byrjar í starvinum 1. apríl 2023

Handilslívið skal hava góðar karmar

Torraskráin 2025

Arbeiði við Norðoyatunnilin
