Tíðindi
21.03.2025
Næmingar frá tekniska skúla á vitjan
Fyrrapartin í dag vóru maskinlærlingar frá Tekniska skúla og vitjaðu Klaksvíkar kommunu. Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðaði teimum vælkomnum og greiddi teimum frá býráðsarbeiði, hvussu býráðið verður valt, hvørjar uppgávur og ábyrgd ein kommuna hevur.
Næmingarnir høvdu eisini fleiri spurningar til borgarstjóran, serliga bleiv tosað um verkætlanir hjá kommununi, eitt nú um bygging í miðbýnum, um pakering og um sjóhitaskipanina.
Vit takka fyri vitjanina.
Onnur tíðindi

16.04.2025
Kommunala bussleiðin um páskirnar

15.04.2025
Broytingar í innsavningini um páskirnar

10.04.2025
Námsfrøðingar og hjálparfólk til Dr. Margrethu barnagarð

09.04.2025