Tíðindi

10.04.2025
Námsfrøðingar og hjálparfólk til Dr. Margrethu barnagarð

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum, at byrja 11.08.2025 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.00. Størvini eru at arbeiða við børnum frá 0 til 6 ár. Tímatalið er millum 20 og 40 tímar um vikuna.

Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan og góðan dag. Møguleikarnir eru nógvir at uppliva í nærumhvørvinum saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.

Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, filmeikarhallir, fótbóltsvøll, rennibreyt, bókasavn, almenn spælipláss og ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.

Lønar- og setanarviðurskiftir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 24 – 2 / 8.

Meira fæst at vita, við at venda sær til Marjun Lassen, leiðara, á tlf. 455557 / 212557 ella Hedvig Waagstein, varaleiðaran, á tlf. 216734

Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 10. juni 2025, kl. 12.00.

Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 - 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo 


Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni www.margretha.fo

Onnur tíðindi
15.04.2025

Broytingar í innsavning­ini um páskirnar

09.04.2025

Gera gongubreyt á J. Waagsteinsgøtu

08.04.2025

Rudda í grannaløgum