Tíðindi

09.04.2025
Gera gongubreyt á J. Waagsteinsgøtu

Í hesum døgum verður økið kring eystara skýlið gjørt liðugt. Arbeiðið er ein liður í at gera stadionøkið klárt til EM kappingina hjá U17 kvinnum, sum verður í døgunum 4. til 17. mai.

Arbeiðið fevnir serliga um at gera gongubreyt framvið stadionøkinum, og kemur arbeiðið at ávirka ferðsluna í økinum nakað. Tí heitir kommunan á øll ferðandi um at vísa størsta varsemi, meðan arbeiðið er ígongd.

Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt í vikuni eftir páskir.

Onnur tíðindi
15.04.2025

Broytingar í innsavning­ini um páskirnar

10.04.2025

Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Dr. Margrethu barnagarð

08.04.2025

Rudda í grannaløgum