Tíðindi

17.04.2024
Summaransing 2024

Í ár er avgjørt, at dagstovnar í Klaksvíkar kommunu fara í summarfrí vikurnar 30, 31 og 32. Tó er møguleiki yri summaransing í hesum tíðarskeiðnum.

Fyri at kenna veruliga tørvin, og fyri at gagnnýta arbeiðsorkuna á dagstovnaøkinum best møguligt, er ynskiligt at foreldur skráseta, hvønn tørv teirra barn hevur á ansing í summarfrítíðini. Foreldur verða biðin um at boða frá her á síðuni, hvønn tørv barnið hevur á summaransing.

Fráboðanin skal vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 9. mai.

Melda til summaransing her: Summaransing 2024

Onnur tíðindi
01.05.2024

Virkin spurnarkapping

01.05.2024

Byggisamtyktarbroyting fyri E5 (miðstaðarøkið)

30.04.2024

Ferðslan 4. mai

30.04.2024

Námsfrøð­ingur til vøggustovuna Lítlabjørn