Tíðindi

16.07.2024
Stangavegurin asfalteraður

Í morgun var aftur koyrandi eftir Stangavegum, bæði suðureftir og norðeftir, og upplýst verður, at í komandi viku verða gongubreytirnar asfalteraðar.

Arbeiðið á Stangavegnum hevur verið umfatandi, men avgjørt neyðugt, tí sera nógv ferðsla er á hesum strekkinum. Í nógv ár hevur tað verið eitt ynski um at uppraðfesta Stangavegin, tí er tað gleðiligt, at vegurin nú er umvældur og breiðkaður, umframt nýggir gonguteigar, vegristir og bakkantar. Fipur er eisini lagt í vegastrekkið.

Tá ið gonguteigurin, sum bindur Nólsoyar Pálsgøtu saman við Stangavegum, verður gjørdur, og dagføringin kring Varpið verður liðug, so verður væl gangandi um alla Buktina. 

Onnur tíðindi
17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

15.07.2024

Stangavegu­rin stongdur