Tíðindi

17.05.2023
Gera klárt til fyrstu kapping á rennibreytini

Nakrir manglar hava verið eftir at loysa, áðrenn rennibreytin kann takast í brúk til m.a. kappingar, men hetta arbeiðið verður nú gjørt soleiðis, at rennibreytin verður klár til fyrstu kappingina, sum skal vera um góðar tvær vikur.

Byrjað verður uppá arbeiðið fríggjadagin. Ymisk útgerð skal setast upp og aðrir snøklar skulu gerast. Meðan arbeiði er í gongd verður ongin atgongd til vøllin og rennibreytina. Kunnað verður, so skjótt arbeiðið er liðugt.
Arbeiðið vænast at taka nakrar dagar.

 

Nýggj baklinja á djúpumýru

Vøllurin á djúpumýru krevur eisini ábøtur. M.a. skal baklinjan á vøllinum skiftast, og fer hetta somuleiðis at ávirka virksemið á vøllinum komandi vikuskiftið. Bæði KÍ og Treysti eru kunnað um støðuna, og koma feløgini at geva íðkarum nærri boð um, hvussu teirra virksemi verður skipað komandi dagarnar.

Onnur tíðindi
23.07.2024

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

16.07.2024

Stangavegu­rin asfalteraður