Tíðindi

26.05.2023
Hotell skal byggjast í Klaksvík

Á býráðsfundi í gjár tók eitt samt býráð undir við, at geva hotel verkætlanini í miðbýnum princippielt byggiloyvi. Fyrireikingar eru longu í gongd og eru arbeiðsskúrar settir upp á útfyllingini. Tað er felagið Sp/f 31. oktobur 2022 sum letur hotellið byggja

Talan er um eina spennandi og slóðbrótandi verkætlan, sum fer at menna býin og geva nýggjar ferðavinnumøguleikar í Norðoyggjum. Eigararnir av hotell felagnum meta, at stóra verkætlanin við 81 kømrum, matstovu, ráðstevnuhølum og vælveruøki, fer at standa liðugt í 2025. Ætlanin er, at hotellið skal knýtast í sjóhitaskipanina hjá kommununi.

Fyri tíð síðan varð fyri eini arkitektakapping fyri hotell verkætlanina útskrivað, og átti teknistovan hjá Henning Larsen, sum eisini eigur uppskotið til miðbýarætlanina, besta uppskotið.

Byggiverkætlanin er ein privata verkætlan, sum kommunan ikki er partur av. Einasta fíggjarliga avleiðingin av býráðssamtyktini, at kommunan ber kostnaðin av at gera lendið byggiklárt.

Onnur tíðindi
23.07.2024

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

16.07.2024

Stangavegu­rin asfalteraður