Tíðindi

24.01.2024
Hevur tú hug at læra til maskinsmið?

Klaksvíkar kommuna hevur seinastu árini verið í stórari menning, og fólkatalið er hitt hægsta nakrantíð. Nógvar stórar og spennandi verkætlanir gera Klaksvíkar kommunu til eitt fjølbroytt og læruríkt umhvørvi at arbeiða og læra í. Hevur tú hug at taka lut í hesi menning, so hevur tú nú møguleika at læra til maskinsmið í Klaksvíkar kommuna við byrjan á vári 2024, ella eftir nærri avtalu.

Í Smiðjuni kemur tú, saman við einum toymi av 3 starvsfólkum, at taka tær av øllum tekniskum umvælingum, so sum viðlíkahald av bilum, gravimaskinum, skeltum og øðrum, sum hoyrir til tekniska økið. 


Krøv til okkara komandi lærling:
• At tú hevur fráfaringarroynd fólkaskúlans
• At tú ert ágrýtin og røkin
• At tú hevur áhugað fyri handaligum arbeiði
• At tú ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir
• At tú ert klár/ur at veita eina hjálpandi hond


Setanarviðurskifti
Arbeiðsvikan á 40 tímar er ímillum 8.00 og 16.00 og skúlagongdin er í Føroyum. Útbúgvingartíðin er 4 ár. Til ber at søkja skúlan, um frítøku fyri almennu lærugreinarnar.
Lønar- og arbeiðsviðurskifti eru eftir sáttmála millum Handverkarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag.
Nærri upplýsingar um læruplássi kunnu fáast við at ringja til Jan Harris Askham, leiðara, á tel. 225158.

Umsóknir
Umsókn við prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 30. apríl 2024. umsøknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn. Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Lærlngur til Smiðjuna


Tú finnur nærri kunning um sjálvan skúlan og útbúgvingina á www.yrkisdepilin.fo

Onnur tíðindi
23.07.2024

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

16.07.2024

Stangavegu­rin asfalteraður