Tíðindi
Grótknúsarin gevur nýggjar møguleikar fyri at veita vinnulívinum og borgarum eina betri tænastu. Seinnapartin í gjár var ein lítil samkoma í Grótbrotinum, sunnanfyri nýggja vinnuøkið undir Hamri, har Atli S. Justinussen, formaður í Havna- og vinnunevndini, segði nøkur orð. Síðan vísti Aksal Peteren, leiðari í Grótbrotinum, hvussu grótknúsarin verður nýttur, og hvørjar hentleikar hann hevur.
Atli S. Justinussen greiðir frá, at hann er sera spentur uppá, hvussu hetta nýggja amboðið kemur at roynast.
- Hetta er ein sera effektiv maskina, sum fer at veita eina munandi betri tænastu til vinnulívið, borgarar og kommunur í norðurøkinum. Somuleiðis er hetta ein grøn loysn, bæði tí at knúsarin er EL rikin, og at vit framyvir fáa stutt flutt grót.
- Eg kann leggja afturat, at í 2023 hevði kommunan ein kostnað á 600.000 krónur í koyring av tilfari til Grótbrotið, so her er talan um eina sparing og eina effektivisering.
Hetta merkir samstundis, at virksemið hjá Grótbrotinum verður víðkað við eisini at spreingja og útvega grót til grótknúsaran, nakað, sum Klaksvíkar kommuna ikki hevur gjørt í fleiri ár.
Klaksvíkar kommuna samtykti í 2023 at arbeiða miðvíst við heimsmálunum. Hetta arbeiðið er avgjørt ein liður í arbeiðinum at minka um co2 útlátið og finna nýggjar burðardyggar loysnir.
Fakta um grótknúsarin:
Merki: SBM Jawmax 300
El nýtsla: 75 kW
Vekt: 38 tons