Tíðindi
Eitt tíðaravmarkað starv frá 1. mars 2024, ella skjótast til ber, til 18. juni 2024 við setanarbroti uml. 0,7 í sertilboði.
Førleikakrøv:
Søkt verður eftir námsfrøðingi, men um eingin við útbúgving søkir, verður annar umsøkjari settur í starvið.
Á Skúlatrøð leggja vit dent á, at námsfrøðiligu stuðlarnir:
- vilja arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans
- duga at samstarva
- eru fyrikomandi
- sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum
- hava áræði til at taka ábyrgd
Lønar- og setanartreytir:
Størvini eru sáttmálasett og verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Størvini verða flokkað í 13, 15, 17, 19, 21 og 23. Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-9. Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. februar 2024 kl. 12.00. Umsóknir kunnu sendast umvegis teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo ella sendast til:
Á Skúlatrøð
att: Vagn Foldbo, skúlastjóri
Skúlavegur 6
FO-700 Klaksvík
Nærri kunning um størvini fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. nr. 780202, ella senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo.
Hetta skúlaárið ganga 727 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 70 lærarar og 15 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.