Tíðindi

05.03.2024
Hvør eigur vakrasta urtagarð?

Vakrasti urtagarður varð seinast kosin í 2022. Seinni í ár skal heiðurin aftur latast einum vøkrum urtagarði.

Várið er komið og tí er skilagott at byrja at gera sær tankar um møguliga luttøku. Eins og í 2022, so er møguligt at tilnevna egnan urtagarð til kappingina, og/ella at melda ein tú kennir, til vakrasta urtagarð 2024.


Dómsnevndin kemur at døma út frá hesum viðurskiftum:

Gras: væl sligið, lítið ókrút, kantar væl skornir, og sligið gras er burturbeint.
Blómur: deyðar plantur beindar av vegnum, planturnar eru væl fyri, og onki ókrút í blómuteigum.
Hekkur: tættur og væl kliptur, og deyðar plantur eiga ikki at standa í girðingini.
Trø: deyðar greinar eiga ikki at vera á trænum, og træið er væl røkt.
Gøtur og tún: hvat er túnið gjørt av (asfalt, flísar, grús, betong o.s.fr.), órudd eigur ikki at liggja í túninum mosi og ókrút eigur ikki at skemma, reint og vakurt.

Dómsnevndin kemur at hava 2-3 skoðanir í gjøgnum summarið, har man vitjar urtagarðarnar og í august 2024 verður vinnarin avdúkaður. Vinningur verður latin til besta urtagarð. 

Dómsnevndin
Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini
Hans Hjalti Skaale, býargartnari
Uttanveltaður sakkønur persónur

Tilmelding og innstilling fer fram umvegis teldupost klaksvik@klaksvik.fo 

Telduposturin skal frámerkjast: Vakrasti urtagarður

Tey sum verða innstillað blíva síðani spurd, um tey ynskja at luttaka.

Freistin at melda til er 3. juni 2024

Onnur tíðindi
23.07.2024

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

16.07.2024

Stangavegu­rin asfalteraður