Tíðindi

16.04.2024
Leiðari til námsfrøðiligu ráðgevingina hjá Klaksvíkar kommunu

Námsfrøðiliga Ráðgevingin (NR) hjá Klaksvíkar kommunu er eitt fyribyrgjandi tiltak og eitt tilboð til foreldur og stovnar, sum eru fevndir av dagstovnalógini.

NR verður leidd og skipað soleiðis, at náms- og sernámsfrøðilig ráðgeving verður veitt á fullgóðan hátt eftir barnsins tørvi í virðing, menning og trivnaði. Gott samskifti og samstarv skal eyðkenna NR, hvørs endamál er at stuðla undir, at øll børn hava eitt gott og mennandi tilboð.
Sum leiðari á NR hevur tú møguleika at fáa stóra ávirkan, tí tú bæði luttekur í dagliga arbeiðinum og stendur á odda fyri teimum tilboðum, sum kommunan bjóðar á økinum, og afturat tær hevur tú trý dugnalig starvsfólk við nógvari vitan og royndum innan økið.

Vit vænta, at tú:
• hevur útbúgving og arbeiðsroyndir sum námsfrøðingur við fakligum yvirbygnaði.
• hevur hug og hegni at leiða, eggja og samstarva
• ert kveikjandi og før/-ur fyri at geva íblástur í náms- og sernámsfrøðiligum viðurskiftum, bæði til starvsfólk, stovnar og foreldur.
• ert opin fyri at skilja støðuna hjá øðrum og síggja loysnir
• samstarvar væl við leiðaran fyri dagstovnaøkið, dagstovnar og við aðrar fakbólkar kring barnið
• megnar at arbeiða við samansettum náms- og sermánsfrøðiligum avbjóðingum, ert fakliga dagførd/ur, hevur visiónir og leggur teg eftir einum høgum fakligum støði

Sum leiðari mást tú:
• hava námsfrøðiliga hægri útbúgving so sum Cand.pæd., Cand.pæd.psych ella líknandi, har leiðsluroyndir, saman við persónligum eginleikum verða tiknar við í eina heildarmeting
• síggja menningarmøguleikar fyri børn við serligum avbjóðingum á dagstovnaøkinum
• ganga á odda, menna og mynda námsfrøðiligu ráðgevingina og starvsfólkabólkin
• hava visjónir og megna at seta mál og átøk í verk við støði í gjørdum metingum og tilmælum og síðan at fylgja teimum upp
• vera eldhugað/ur og megna at ráðgeva og vegleiða starvsfelagum, leiðarum og starvsfólki á dagstovnaøkinum við útgangsstøði í samskifti, áliti og ábyrgd
• fylgja við nýggjastu vitan og gransking
• kunna arbeiða tvørfakliga og samskifta væl og á ein greiðan hátt við øll avvarðandi kring barnið
• Saman við starvsfólkunum gera greiningar og kanningar/eygleiðingar, menningarætlanir og tilmæli.   

Tað er týdningarmikið, at leiðarin hevur hesar førleikar:
• megnar at stjórna, menna og er ein virkin partur av at skapa eitt gott náms- og sernámsfrøðiligt tilboð til børn, ið hava serligar avbjóðingar, ella av einhvørjari orsøk ikki trívast í barnabólkinum
• strembar eftir at skapa eitt gott umhvørvi – fyri starvsfólk, børn og foreldur
• hevur dirvi til at taka avgerðir, sum eru neyðugar fyri at náa ásettum málum
• er álítandi og vísir starvsfólkum og avvarðandi álit
• megnar at hava góða og sunna fíggjarstýring umframt góðar fyrisitingarligar førleikar

Vit bjóða:
• eitt spennandi starv við nógvum ymiskum avbjóðingum
• førleikamenning eftir tørvi og luttøku í ymiskum skeiðvirksemi
• eitt fakliga mennandi umhvørvi
• góðar starvsfelagar

Setanarviðurskifti:
Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja 1. august 2024. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.
Umsókn, saman við avriti av prógvi, lívsrensli og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. apríl 2024.

Setanarsamrøður verða í viku 18, og arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin leinkjuna her: Leiðari til Námsfrøðiligu Ráðgevingina

Um hetta er nakað, tú brennur fyri, og vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tonju Sonhardsdóttir, leiðara, tlf. 287621, ella John Færø, trivnaðarstjóra, tlf. 222216.

Onnur tíðindi
29.04.2024

Hugnakvøld í Amarant í samband við Virkið vár

24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni