Tíðindi

28.05.2024
Atlantic Fair latið dyrnar upp

Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin, tá Atlantic Fair lat dyrnar upp fyrrapartin. Atlantic Fair er Føroya størsta vørusýning og tænastumessa. Komandi dagarnar eru tað umleið 180 fyritøkur úr 15 londum, sum vísa fram teirra vørur og tænastur.

Klaksvíkar kommunu hevur verið vertur fyri hesi altjóða maritimu vinnumessu síðan 2011. Vinnumessan hevur gjøgnum árini ment seg til ein áhugaverdan sýnisglugga hjá bæði føroyskum og útlendskum veitarum og keyparum

Eftir at borgarstjórin hevði bjóðað vælkomin í morgun, var tað Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum alment setti Atlantic Fair. Atlantic Fair heldur fram til hósdagin 30. mai.

Onnur tíðindi
23.07.2024

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

16.07.2024

Stangavegu­rin asfalteraður