Tíðindi

27.06.2024
Ferðin til París er byrjað

Fyrrpartin í dag byrjaði fráferðin hjá Team Rynkeby úr Klaksvik. Hóast veðrið var grátt, so var lagið sera gott, og nógv fólk vóru komin at siga Team Rynkeby súkklarunum farvæl. Í morgin gongur leiðin við Norrønu til Danmarkar.

Borgarstjórin, Karl Johanesen, byrjaði løtuna við einari røðu og ynskti súkklarunum góðan túr. Síðan helt Sigrun Niclasen eina røðu, umboðandi Team Rynkeby Føroyar. Eisini spældi bólkurin Adrenalin tvey løg.

Eisini barnagarðar og skúlin á Skúlatrøð hava nýttu høvið at handa kekkar. Tey hava skipað fyri ymiskum og savnað inn pening til Team Rynkeby. Peningurin fer óskerdur til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra.

Eftir røður og sang vóru øll bjóðað til kaku og kaffi í Smæruni. Síðan vóru súkklurnar sendar gott avstað.

Onnur tíðindi
15.07.2024

Stangavegu­rin stongdur

15.07.2024

Áminning! Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum standi

12.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við bátatreff

12.07.2024

Foreldragjald verður endur­rindað